Svimjihøllin væl vitjað

Síðani svimjihøllin í Klaksvík lat upp aftur fyri umleið trimum mánaðum síðani, hava eini 20.000 fólk verið og vitjað

Klaksvík:
Svimjihøllin lat upp aftur síðst i apríl mánaða eftir at hava verið stongd í átta mánaðir.
- Vit hava havt sera nógvar vitjanir her, síðani vit lótu upp aftur í apríl. Tær svara til vitjanir fyri eitt hálvt ár, sigur Kári Kjelnæs, leiðari á Klaksvíkar Svimjihøll, og hann leggur aftur at, at tá eru skúlarnir og Ægir ikki við. Tí Ægir er ikki byrjað aftur at venja enn, og ikki so langa tíð eftir, at høllin lat uppaftur, byrjaði summarfrítíðin hjá skúlunum.
Kári sigur, at hann vil skjóta upp á at eini 20.000 fólk hava vitjað høllina, síðani hon lat upp aftur, og tað er helmingurin av eini ársvitjan.
- Tað er nakað minkað nú sjálvandi, men framvegis er talið nógv hægri enn áðrenn, sigur Kári.
Hann heldur, at fólk eru hugaligari at koma niðan at svimja nú enn áðrenn, tí høllin er vorðin nógv hugnaligari nú. Tað er nógv ljósari inni og minni gangur.
Ljóðviðurskiftini í svimjihøllini vóru út av lagi vánalig, áðrenn umbyggingina. Og tað hava óivað venjarar ella lærarar merkt avbera væl, tí at standa við kantin og tosa við ein størri bólk av svimjarum í hyljunum var sera torført. Alt leyp saman í eitt, og ein hoyrdi nóg illa seg sjálvan harinni. Men tað er alt broytt nú.
Tað bleiv arbeitt sera hart móti endanum at fáa alt liðugt innan, so at høllin kundi lata uppaftur. Arbeiðið uttan er ikki heilt liðugt enn, so tað verður arbeitt uttan at fáa teir seinastu snøklarnar lidnar. Men arbeiðið uttan órógvar ikki innan. Umframt teir smáu snøklarnir, sum framvegis eru eftir, skal høllin eisini málast uttan, áðrenn sigast kann, at fyrsta byggistig er liðugt.
Umframt at svimja í høllini, er eisini møguleiki fyri kaving, sauna og solarium.
Men Kári greiðir frá, at annað byggistig, sum ætlanin er at fara undir um eini fýra ár, fer at hava aðrar møguleikar aftur at við sær. Eitt nú vatnskreiðibana og eitt heittvatnsumhvørvi við gosbaði.

Ov lítið opið
Fólk, sum dagliga nýta svimjihøllina í Klaksvík hava hug at fílast á, at hon er ov lítið opin sum er.
Kári Kjelnæs sigur, at høllin er opin frá klokkan trý um dagin til átta á kvøldið allar yrkadagar uttan mánadag. Og mikudag steingir hon klokkan hálvgum seks. Høllin er so eisini opin leygardag frá tíggju um morgunin til fimm seinnapart. Hetta eru umleið 25 tímar um vikuna.
- Tað kemur av, at vit eru einans trý fólk, sum arbeiða her, og tað skal ein samtykt frá býráðnum til at seta fleiri fólk, greiðir Kári frá.
Hann sigur, at hann hevur frætt, at tað er samtykt at seta tvey starvsfólk aftur at, sum tað helst fer at verða lýst eftir í heyst. Nær, tey so verða sett í starv, er ikki greitt, men Kári sigur, at tað fer at gera tað munandi lættari at hava høllina opna aðrar tíðir eisini.
Tað kundi til dømis verið um morgnarnar, áðrenn skúlarnir koma og so longri út á kvøldini og eisini sunnumorgnar.
Hann leggur tó aftur at, at tað hevur verið roynt at hava høllina opna sunnumorgnar og aðrar morgnar áður, men tað vísti seg ikki at vera góð undirtøka fyri tí millum fólk tá.
- Talið á vitjandi tá kundi vera millum eini 16 til 17 og niðureftir. Onkran morgun sótu vit her, og tað kom ikki ein sál. Men tað hevur kanska verið onkran kaldan vetrarmorgun, sigur Kári Kjelnæs.

Høllin nógv brúkt
Kári vísir annars á, at høllin verður sera nógv nýtt, hóast hon ikki er opin meira enn einar 25 tímar um vikuna.
Hann sigur, at allir skúlarnir í Norðoyggjum uttan skúlarnir í Fugloy og Svínoy nýta høllina. Og so barnagarðarnir og bústovnar eisini. Og ikki at gloyma Ægir, sum fer undir aftur venjingarnar, tá skúlarnir byrja aftur.
Trygdarmiðstøðin nýtti eisini høllina mánadag, og hevði tað við sær, at ongin annar var har tá. Men tey hava nú funnið aðra loysn, so tá skúlarnir byrja aftur, fara skúlabørn eisini at kunna svimja mánadag.
- Skemaið har høllin verður nýtt, vísir also, at hon verður nýtt 75 til 80 tímar um vikuna, sigur Kári, og leggur aftur at, at tað letur til at øll vilja sleppa inn í høllina, og tað er bert tann eina.
Men hann sigur kortini, at tá tey bæði nýggju starvsfólkini eru sett, so verður beinanvegin farið undir at hyggja eftir møguleikunum fyri at leingja tíðina, høllin er opin fyri almenninginum.
- Í øllum førum longri opið yrkadagar og opið sunnumorgun ? møguliga eisini hava longri opið leygardag, sigur Kári Kjelnæs, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll.