Tilsamans eru tólv starvsfólk frá trimum føroyskum fyritøkum í hesum døgum á málskeiði í enskum í skotska býnum Aberdeen, sum oljufelagið Agip skipar fyri.
Fyritøkurnar, talan er um, eru KJ Hydraulik, El-Service og Normek, og hava fyritøkurnar sjálvar valt, hvørji arbeiðsfólk skulu sendast avstað. Málskeiðið varar í tríggjar vikur, og er hetta eitt samstarv millum Agip og Robert Gordon University. Tað er Agip, sum sponsorerar og hevur tikið stig til hetta málskeið.
Veita betri tænastu
Ólavur Gregersen, vinnuráðgevi hjá Agip, sigur, at endamálið er at hjálpa føroyskum fyritøkum at koma á enska og eventuelt norska marknaðin, m.a. við at betra um førleikan í enska málinum.
- Við slíkum málskeiði verða starvsfólkini betri før fyri at selja og finna kundar uttanfyri landoddarnar, og fyritøkurnar kunnu veita betri tænastu millum útlendskar fyritøkur eftir eitt slíkt málskeið, sigur Ólavur Gregersen.
Teir tólv føroyingarnir í Aberdeen eru sum sagt frá fyritøkunum KJ Hydraulik, El-Service og Normek, og er talan um handverkarar, maskinmeistarar og sølumenn. Agip sponsorerar málskeiðið og setir pening í føroyska førleikamenning, sum bæði Agip, men eisini onnur oljufeløg, væntandi koma at njóta gott av.
Tað er nevniliga soleiðis, at loyvi til oljuboring í føroyskum sjógvi ber í sær, at øll oljufeløgini skulu seta pening í føroyska førleikamenning og sostatt leggja pening eftir seg í føroyska samfelagnum.
Fyrireiking til oljuvinnu
Málskeiðið er eisini ein liður í fyrireikingunum til eina komandi oljuvinnu, har maskinmeistarar, handverkarar o.s.fr. fáa stóran týdning. Ein ógvuliga stórur og týdningarmikil partur í eini komandi oljuvinnu er tekniski parturin, t.d. umborð á ymsu platformunum, og tískil fáa oljufeløgini uttan iva brúk fyri teimum arbeiðskreftum, sum í hesum døgum sita við sveittabroti á Robert Gordon University í Aberdeen og læra seg enskt.
Umframt, at fyritøkurnar við hesum málskeiði verða betri førar fyri at veita tænastur á enska marknaðinum, vísir Ólavur Gregersen eisini á, at hesar fyritøkur fáa týdning í oljuvinnuni, og at enska málið er ein týðandi partur í hesi vinnu.
- Óbeinleiðis njóta vit gott av hesum, men tað gera onnur oljufeløg eisini, sigur Ólavur Gregersen. Øll oljufeløgini fáa nevniliga brúk fyri væl útbúnum fólki í eini komandi oljuvinnu, har enska málið ikki minst er ein týðandi partur.
Hava verið á platformi
Málskeið er ikki einasta tiltak í føroyskari f-rleikamenning, sum Agip í hesum føri fíggjar. Føroysk starvsfólk vóru nevniliga í mai í ár á einum oljuplatformi, har tey vóru upplýst og víst kring platformin. Sostatt verða mong ymisk og fjølbroytt tiltøk fyriskipað í royndunum og fyrireikingunum bæði at fáa føroyskar fyritøkur á útlendska marknaðin, men eisini at fyrireika føroyska arbeiðsmegi til eina møguliga komandi føroyska oljuvinnu.