Leiðslan í Norðoya Sparikassa er sera væl nøgd við úrslitið av virkseminum fyri fyrra hálvár í ár.
Fyrru seks mánaðirnar í ár góvu sparikassanum í Norðoyggjum eitt avlop upp á 12,2 milliónir krónur áðrenn skatt. Hetta er ein millión krónur betur enn í fjør.
Inntøkurnar hjá Norðoya Sparikassa vuksu fyrra hálvár í ár. Netto rentuinntøkurnar fóru úr 25,6 mió. kr. og upp í 25,5. Netto kostnaðarinntøkurnar hækkaðu eisini nakað upp í 26,7 mió. kr.
Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við meira enn einari millión fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað er ein vøkstur, sum svarar til 10,3 prosent. Høvuðsorsøkin til hetta er meirvirðisgjaldið, sum nú verður lagt á tænastur frá Elektron. Tá hesar útreiðslur verða roknaðar frá, eru útreiðslurnar hjá sparikassanum heldur minni í ár, enn tær vóru í fjør.
Eginpeningurin økist
Avskrivingar og burturleggingar ímóti tapi av útlánum og ábyrgdum vóru 2,1 mió.kr. ímóti 3,3 mió.kr. í 2001.
Norðoya Sparikassi sigur seg hava sum mál at reka ein varnan útlánspolitik, og í dag eru 3,9% av samlaðu útlánunum og ábyrgdunum sett av ímóti tapi upp á skuldarar.
Eginpeningurin hjá Norðoya Sparikassa er seinasta árið øktur við 20,7 mió.kr. og er nú 213 mió.kr.
Gjaldføri hjá sparikasanum er sera gott, og solvensurin er framvegis høgur.









