Føroya Banki heldur tørn

Á niðastu linju á hálvársroknskapinum hjá Føroya Banka stendur nett tað sama sum fyrra hálvár í fjør

ROKNSKAPUR

Føroya Banki hevði fyrra hálvár í ár 93 mió. kr. í avlopi áðrenn skatt. Hetta júst tað sama sum fyrra hálvár í fjør.
Árið í fjør varð av Janusi Petersen, stjóra fyri Føroya Banka, kallað fyri tað besta árið nakrantíð hjá bankanum. Roknað var tá heldur ikki við, at 2002 fór at gerast eins gott, men higartil hevur bankin megnað at hildið tørn.
Forstjórin, Jørn Astrup Hansen, letur væl at hálvársúrslitinum hjá bankanum. Hann roknar tó ikki við, at úrslitið fyri alt árið fer at vísa eitt eins stórt avlop fyri Føroya Banka sum undanfarna árið.
Eftir skatt góvu fyrstu seks mánaðirnir Føroya Banka 74 milliónir at leggja afturat eginpeninginum. Ein stórur partur av hesum peninginum verður væntandi latin Fíggingargrunninum hjá landsstýrinum í vinningsbýti.
?Rentu- og kostnaðarinntøkur bankans fevndu fyri 1. hálvár 2002 um 124 mió. kr. ímóti 140 mió. kr. fyri sama tíðarskeiðí 2001. Henda minking stavar í høvuðsheitum frá, at bankin í 1. hálvári hevur verið noyddur at seta eitt sera stórt nettogjaldføri, uml. 1,8 mia. kr., í peninga- og virðisbrævamarknaðirnar við lutfalsliga lágari rentu, nevniliga uml. 1,5 pst. stig lægri enn støðið sama tíðarskeið í fjør.
Afturat hesum kemur, at ríkiliga gjaldførið í samfelagnum hevur havt við sær eina ógvuliga lívliga prískapping peningastovnanna millum. Tað er fatanin hjá Føroya Banka, at verandi rentumunur fer at roynast ov trongur, tá verandi sera stóra uppgongd í búskapinum fer at hasa av, og peningastovnarnir aftur skulu standa ímóti vanligum tapum av skuldarum sínum. Fyri stórar partar av føroyska fíggjarheiminum røkkur hesin vinningur einans til eitt sera lítið avkast av eginpeninginum, skrivar Føroya Banki í tíðindaskrivi.
? Afturgongdin í rentuinntøkum bankans er fyri ein part vunnin innaftur á markna_inum fyri rentu- og gjaldoyratryggingarsáttmálar. Soleiðis hevði Føroya Banki í 1. hálvári 2002 ein vinning av vir_isjavnan uppá tilsamans 9 mió. kr. Eftir virðisjavnan og aðrar vanligar inntøkur uppá 8 mió. kr. gjørdist úrslit bankans av fíggjarpostum 141 mió. kr. fyri 1. hálvár 2002. Hetta er 4,6 pst. minni enn undanfarna ár, skrivar Bankin í tíðindaskrivi.

Afturføringar
Sum úrsliti av kreppuni fyrst í nítiárunum fekk Føroya Banki eina kraftiga innspræning frá myndugleikunum uppá fleiri milliardir. Ein stóran part av hesum peningi hevur bankin kunnað afturført seinnu árini, og hetta hevur eisini verið høvuðsorsøkin til, at bankin hevur kunnað víst á ovurstór avlop. Tá roknskapurin fyri 2002 varð mett, at bankin nú var liðugur við afturføringar, og byrjast kundi at tosa um ?veruligan? vinning hjá bankanum. Í hálvársroknskapinum sæst, at bankin inntøkuført 13 mió. kr. í burturleggingum. Stjórin heldur tó ikki, at hetta broytir teirra áður nevndu metingar.
? Føroya Banki hevur í 1. hálvári 2002 afturført (inntøkuført) 13 mió. kr. í burturleggingum (netto). Hetta eigur ikki verða tulkað sum eitt tekin um, at bankin hevur broytt metingina av millumverandum sínum. Heldur er talan um, at ein ávís flyting av millumverandum er peningastovnanna millum, og Føroya Banki hevur í hesum sambandi kunna_ afturført lutfalsliga stórar upphæddir, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tølini í hálvársroknskapinum siga okkum eisini so mikið, at bæði útlánini og innlánini er voksin við ávíkavíst 4,4 og 7,3%. Hetta er eisini í tráð við góðu gongdini í búskapinum og samfelagnum.
Tað hevur merkt bankan, at útreiðslurnar til starvsfólk og annað eru voksnar so mikið, at teir fyri hvørja útreiðslukrónu nú vinna 2,27 kr. móti 2,64 í 2001. Eginpeningurin hjá bankanum er nú góða hálvaaðru milliard.