Nú er ongin smittuvandi longur á Hotel Tórshavn

Í annaðkvøld sleppa tey á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn aftur í bað

Smittuvandi

Nú er ongin vandi longur fyri at fáa legionersjúkuna á Hotell Tórshavn í Keypmannahavn.
Tað var herfyri at ein sjúklingur á Hotel Tórshavn bleiv sjúkur av Legionella bakteriuni og síðani er staðfest at bakterian var í vatnskipanini í bygninginum, sum hotellið er í og at tað tí var sannlíkt, at tað var haðani, atr smittan stavaði.
Legionella kann føra til lungnabruna, sum kann gerast hættisligur og tí vórðu beinanvegin tiltøk sett í verk fyri at fyribyrgja at fleiri fingu smittuna.
Tó sigur embætislæknin í Keypmannahavn í eini leiðbeining til sjúklingar og starvsfólk á hotellinum, at smittuvandin er sera lítil.
?Legionella er ein trupulleiki nógva staðni, serliga í stórum húsum, sigur Ina Frisdahl.
Embætislæknin í Keypmannahavn sigur, at legionella nørist væl, har tað er heitt og vátt og trívist tí væl í vatnskipanunum við heitum vatni.
Hon nørist best í hita ímillum 20 og 45 hitastig og trupulleikarnir standast ofta av, at hitin á tí heita vatninumverður lækkaður fyri at spara.
?Hetta var ikki ein trupulleiki, sum vit á hotellinum kundu gera nakað við, tí tað er vatnskipanin í øllum bygninginum, sum ikki var nóg heit, sigur Ina Frisdahl.

Smittuvandin av
Hon sigur, at tá ið trupulleikin tók seg upp, vóru bæði serumsinstituttið, landslæknin í Føroyum og embætislæknin í keypmannahavn kunnað um støðuna.
?Embætislæknin hevur síðani verið á hotellinum og greitt starvsfólki og sjúklingum frá, hvussu tey skulu fyrihalda sær.
Eitt nú skuldu tey við hjarta- og lungnasjúkum og tey við veikari immunverju, ikki fara undir brúsu, fyrrenn trupulleikin var bastur.
Tey skulu vaska sær við lappa frá hálsinum og niðureftir og omanfyri hálsin máttu tey bara brúka vatn, sum hevði verið kókað.
? Annars hava tey havt møguleikan fyri at fara í bað í eini svimjihøll, sum er 10 minnutir frá hotellinum.
Ina Frisdahl sigur, at og verða leiðbeiningarnar frá embætislæknanum fylgdar, er ongin vandi á ferð.
Hon sigur, at síðani trupulleikin varð staðfestur, hevur verið arbeitt við at loysa hann og nú er vandin av.
? Eitt nú er hitin í heittvatnsskipanini settur upp og tey hava fingið vissu fyri, at hann hann verður ikki lækkaður niður um lágmarkið aftur.
Síðani eru øll rørini reinsað og allir tangar tømdir og reinsaðir.
?Sostatt er ongin smittvandi longur á hotellinum og í annaðkvøld verða øll trygdartiltøk avblást og tá kunnu øll fara aftur í bað sum vant.