í Kyoto um at lækka nøgdirnar av vakstrarhúsgassið, CO2, sum serliga ídnaðurin letur út í luftina. Veðurlagsserfrøðingar eru sannførdir um, at tað stór útlátið av vakstrarhúsgassið ger, at tað verður heitari [...] hesi avtaluni, sum tað tók eini 10 ár at fáa upp á pláss, og tað hevur hann gjørt fyri at tæna egnum snævurskygdum fíggjarligum áhugamálum. Fyri at takka amerikanska ídnaðinum, m.a. orkuídnaðinum, sum stuðlaði [...] umhvørvismálaráðharran til viks í hesum máli. Grundgevingin fyri at renna undan Kyoto-avtaluni er, at menningarlondini klára kanska ikki ásetingarnar at í hesi avtaluni, sum eftir einum ávísum áramáli skal lækka
upplýst, at Føroyar og Grønland fáa alt størri leiklut í ágangandi hernaðarligu ætlanini hjá NATO, sum blaðið tekur til. Blaðið greiðir millum frá, at NATO skal brúka 130 milliónir krónur til at nýmótansgera [...] Thorsteinsson mælir í innganginum í frágreiðingini til, at kanningar eisini verða gjørdar eystanfyri, so at javnvág fæst í søguskrivingina, og meira fæst at vita um áhugan hjá eystureuropeisku londunum fyri [...] herstøðirnar í Føroyum, og at meginparturin av hesum pengum skulu brúkast til støðina í Mjørkadali. Í Føroyum er stór mótstøða ímóti hesum ætlaninum, verður sagt. - Neyðugt er ikki at gera aðrar viðmerkingar
jú altíð røtt, og tí ber ikki til at siga, at ein grein í lógini er ein fadesa. Vit tosa um § 8, sum sigur, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Møguleiki er at geva tíðaravmarkað frávik frá hesum [...] framgongur av viðm., at hetta er galdandi, tá eingin leiðari við útbúgving fæst. Í Sjóvar Kommunu hava vit síðan 1988 havt leiðara við aðrari útbúgving enn námsfrøðiligari. Óneyðugt er at siga, at vit eru nøgd [...] Dagin eftir kom svar. Hetta svar segði, at bólkur var settur at gera kunngerð, sum kundi loysa henda trupulleika. 25/11 ryktu vit eftir svari, men varð sagt, at neyvan varð nakað klárt fyrr enn næsta ár
sum byggir nýggju Norrönu, at felagið er nóg sterkt til at kunna rinda skipið. Fyri at kunna hetta, skuldi Óli Hammer hava fingið til vega heilar 75 milliónir krónur til at hækka partapeningin í Smyril [...] nýggju Norrönu, heldur ikki víst á framrokningar og annað líknandi. Tí haldi eg ikki, at tað ber til at krevja, at politiski myndugleikin brádliga skal traðka til og loysa trupulleikarnar, felagið er komið [...] Edmund Joensen, er samdur í, at politisku flokkarnir ikki eru nóg væl kunnaðir um støðuna hjá Smyril Line. Somuleiðis vísir hann á, at Sambandsflokkurin heldur ikki ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið
viðgjørt mestsum í duldum, uttan at tey, sum skulu nýta hetta starvið, als ikki hava møguleika at sagt sína hugsan um hvørja grundreglu og førleika persónur skal lúka, fyri at røkja slíkt starv. Vit vilja [...] vilja sum fakfelag vísa á, at tað júst er undir hesum sorinskrivara at ml. a. reglur um danska arbeiðsrættin eru vorðin partur av føroysku rættarskipanini, uttan at hesar eru galdandi í Føroyum. Hetta hevur [...] Løgtingið hóast avgerðin um setanina er tikin, við tað at ikki varð gjørligt at koma við hesum áðrenn avgerðin fall í Løgtinginum og vit sostatt fingu høvi til at greiða Løgtinginum frá okkara støðu til setanina
hugsað sær, at pensjonistar sleppa lættari á annan hátt. Hann vísir á, at oljuprísurin er so høgur sum ongantíð fyrr, og líkt er ikki til, at hann lækkar. Hann ætlar sær tí at taka stig til, at nakað verður [...] maðurin ikki at sleppa pensjonistunum undan at gjalda MVG. Hetta sigur landsstýrismaðurin í einum svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen tingmanni. Sambandstingmaðurin vildi hava at vita, um lan [...] landsstýrismaðurin tekur undir við, at pensjonistar sleppa undan at gjalda MVG av sjónvarps- og útvarpsgjaldinum og olju og el-orku. Men hóast Karsten Hansen tekur undir við, at nógv eru kroyst fíggjarliga, so
seinasta dystinum. Hetta hevur tó við sær, at vit á pappírinum hava nakrar »bleytar« dystir fyrstu umførini. Bleytir er kanska í so nógv sagt, tí einki er at ivast í, at tey á pappírinum veikaru liðini so avgjørt [...] komin út, framgongur, at kappingin er løgd eitt sindur øðrvísi til rættis í ár, enn hon hevur veirð undanfarin kappingarár. Goyma tað besta Kappingin er nevnliga løgd soleiðis, at tey lið, sum stóðu seg [...] sínar innanhýsis dystir móti endanum av árinum. Allar helst í eini vón, at spennignurin í kappingini skal halda sær sum longst, og at sterku liðini eru so væl fyri, sum til ber, tá avgerandi dystirnir verða
uppsparing. ? Men hygg at Atlantic Petroleum. Tá teir teknaðu partapening var eingin trupulleiki. Tí er ikki vist, at tað fer at taka so langa tíð kortini. Í løtuni er »bara« møguligt at seta pening í útlendsk [...] framman, men tað verður gjørt tá vit meta at tørvur er á tí, sigur hann. Hann er fullgreiður yvir, at tað neyvan verður beinanvegin, tí skulu føroyingar fáast at seta pengar í íløgufeløg, so skal ein broyting [...] útlendsk feløg, men við tíðini er eisini ætlanin, at fáa føroysk feløg at bjóða út virðisbrøv. Hetta er ein øðrvísi máti at útvega fígging upp á, sum ikki fyrr er nýttur her um vegir, men í Íslandi verður
okkurin metir ikki, at vit framhaldandi kunnu lata tilvildina ráða í hesum máli, og skjýtur tí upp, at viðbótin verður sett inn í lógina, og at upphæddin verður hækkað soleiðis, at hon samanlagt verður [...] uppskot fram, tí mett verður, at neyðugt er at gera ymsar broytingar í lógini um viðbót til ávísar pensjónistar. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Kristian Magnussen, at lógin var upprunaliga ætlað sum [...] viðbót til teir pensjónistar, ið lítið og einki annað hava enn pensjónina at liva av. Hetta er enn endamálið. Lógin ásetir, at ávís upphædd, ið verður ásett í kunngerð, verður útgoldin 3 ferðir um árið
um ætlanirnar at byggja út skúlan í Fuglafirði. Henda ætlan var fyri á býráðsfundi týskvøldið og har samtykti býráðið at fara undir fyrsta byggistig av ætlanini. Eisini varð samtykt, at fara undir det [...] mett at kosta góðar 50 mió. krónur, og tað voldi eisin til eitt sindur av orðadrátti á fundinum. Einki áramál var sett fyri samlaðu útbyggingina og niðurstøðan hjá býráðnum var, at tað var torført at taka [...] rnir vóru samdir um at farast skuldi undir hetta byggistigið alt fyri eitt. Næsta byggistig er at byggja nýggja bygningin og tann gamla saman við eini gongd, sum ikki er møgulig at gera á annan hátt.