Eivind Jacobsen
bygdaráðsformaður Sjóvar Kommna
1. juli kom nýggj lóg um barnaansing. Í hesi lóg er, sum vanligt við lógum í okkara landi, ein § sum hevur ræðuligar fylgur. Lógin er jú altíð røtt, og tí ber ikki til at siga, at ein grein í lógini er ein fadesa.
Vit tosa um § 8, sum sigur, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Møguleiki er at geva tíðaravmarkað frávik frá hesum, men framgongur av viðm., at hetta er galdandi, tá eingin leiðari við útbúgving fæst.
Í Sjóvar Kommunu hava vit síðan 1988 havt leiðara við aðrari útbúgving enn námsfrøðiligari. Óneyðugt er at siga, at vit eru nøgd við leiðaran. Tí hava vit síðani 1. juli brotið galdandi lóg. Tá vit uppdagaðu hetta, skrivaðu vit bræv, dagf. 14/9, og spurdu, hvussu lógin skuldi lesast.
Dagin eftir kom svar. Hetta svar segði, at bólkur var settur at gera kunngerð, sum kundi loysa henda trupulleika. 25/11 ryktu vit eftir svari, men varð sagt, at neyvan varð nakað klárt fyrr enn næsta ár. Bólkurin hevði havt fund, men endaði alt í einum ellibita.
Síðani spurdu vit, hvat gerast skuldi. Vit ynsktu málið avgreitt beinanvegin. Tí soleiðis sum vit lesa lógina, skuldu verandi leiðari verið uppsagdur 1. juli.
Svarið eg fekk var, at um eg helt meg til lógina, skuldi leiðarin uppsigast, men um eg gjørdi tað, sum skilagott var, bleiv hon ikki uppsøgd.
Vit meta, at landsins lógir skulu haldast og royna eftir førimuni at fylgja teimum.
Tá kunngerðin einaferð ? um nakrantíð ? kemur, verður eingin dagrøktarleiðari uttan útbúgving í starvi, og tí er ikki brúk fyri hesari kunngerð.
Men ikki rokni eg við, at tað kemur óvart á nakran, at illa umhugsaða kreativa bókføringin hjá Helenu Dam á Neystabø fær stóra ávirkan úti um landið.