Hondbólturin í gongd

Fyrsta umfar í hondbóltslandskappingini fer av barkastokki um vikuskiftið

Av kappingarskipanini, sum nýliga er komin út, framgongur, at kappingin er løgd eitt sindur øðrvísi til rættis í ár, enn hon hevur veirð undanfarin kappingarár.


Goyma tað besta

Kappingin er nevnliga løgd soleiðis, at tey lið, sum stóðu seg best í fjør, spæla sínar innanhýsis dystir móti endanum av árinum. Allar helst í eini vón, at spennignurin í kappingini skal halda sær sum longst, og at sterku liðini eru so væl fyri, sum til ber, tá avgerandi dystirnir verða leiktir. Ikki tí, kappingarárið í fjør varð eisini sera spennandi, og varð tá einki avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum.

Hetta hevur tó við sær, at vit á pappírinum hava nakrar »bleytar« dystir fyrstu umførini. Bleytir er kanska í so nógv sagt, tí einki er at ivast í, at tey á pappírinum veikaru liðini so avgjørt kunnu gera onkran vørr, og tað kanska serliga í byrjanini av kappingarárinum.

Skráin hjá kvinnunum sær ananrs soleiðis út, at Sóljan og Stjørnan spæla í Klaksvík, Kyndil og Tjaldur í Havn meðan VB og VÍF av røttum skulu dystast í Vági. Hesin dysturin er tó útsettur, tí í Vági verður ikki roknað við, at nakað fólk verður eftir í bygdini, ella skuldi man kanska sagt at eingin er uppkomin um trý-tíðina, um so er, at FM-veitsla verður á Eiðinum í kvøld.

Hjá monnunum Dystast Kyndil og Tjaldur í Havn, StÍF og H71 á Skála, meðan lokaluppgerð verður í Vestmanna, har KÍF eigur heimavøll móti VÍF.

Sostatt er hjá báðum kynum líkt til, at talan er um greiðar favorittar í øllum dystum, men kortini verður spennani at síggja, hvussu liðini eru fyri.

Fleiri av liðunum hava styrkt um leikarahópin í mun til í fjør, og millum annað verður spennandi at síggja, hvussu útlendingarnir hjá KÍF fara at roynast móti vestmenningum, sum mon meta sum fremsta FM-kandidatin hetta kappingarárið.