Nú íslendska fyritøkan KaupÞing letur upp skrivstovu í Føroyum, hevur hon sett stjóra og íløguleiðara, at standa fyri virkseminum.
Og valið fall á tveir brøður, sum báðir hava starvast sum fíggjarleiðarar í seinastuni.
Sum stjóri er Petur Holm settur og sum íløguleiðari er Jan Otto Holm settur.
Petur hevur seinastu tíðina starvast sum fíggjarleiðari í Føroya Banka, meðan Jan Otto hevur starvast sum fíggjarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Vit fingu orð á Jan Otto á tíðindafundinum og hann gleðir seg til hesa uppgávuna, sum hann, saman við bróðuri sínum, fer undir.
? Tað verður sera spennandi. Í fyrstani fara vit, sum sagt, at brúka orkuna upp á ognarumsiting, tí tað er har vit fyrst kunnu gera okkum galdandi, sigur hann.
Nær ætla tit at fara í holt við íløgufeløg?
? Tað er ikki nakað, sum liggur beint fyri framman, men tað verður gjørt tá vit meta at tørvur er á tí, sigur hann.
Hann er fullgreiður yvir, at tað neyvan verður beinanvegin, tí skulu føroyingar fáast at seta pengar í íløgufeløg, so skal ein broyting til í hugsunarháttinum um uppsparing.
? Men hygg at Atlantic Petroleum. Tá teir teknaðu partapening var eingin trupulleiki. Tí er ikki vist, at tað fer at taka so langa tíð kortini.
Í løtuni er »bara« møguligt at seta pening í útlendsk feløg, men við tíðini er eisini ætlanin, at fáa føroysk feløg at bjóða út virðisbrøv. Hetta er ein øðrvísi máti at útvega fígging upp á, sum ikki fyrr er nýttur her um vegir, men í Íslandi verður hetta alt meira vanligt.
? Tað fyrsta vit koma at arbeiða við verður tí útlendski virðis- og partabrævamarknaðirnir, men við tíðini er sjálvandi ætlanin at fáa gongd á ein føroyskan marknað, sigur íløguleiðarin, sum tekur við starvinum 1. apríl.
Petur Holm tekur við starvinum 1. marts.










