Norðurlandaráðið hevur í hesum døgum eina ráðstevnu um, hvussu Norðurlond kunnu gerast meiri burðardygg. M.a. leggur ráðstevnan dent á umhvørvið og ta hóttan, sum dálking hevur á náttúrutilfeingið. Júst hesin tátturin hevur fingið Norðurlond at harmast um eina skelkandi avgerð hjá amerikansku stjórnini.
George W. Bush ? maðurin, fólkaflokkurin rósti til skýggjað ? hevði ikki verið forseti í eitt fjerðingsár, tá amerikanska stjórnin leypt frá avtaluni í Kyoto um at lækka nøgdirnar av vakstrarhúsgassið, CO2, sum serliga ídnaðurin letur út í luftina. Veðurlagsserfrøðingar eru sannførdir um, at tað stór útlátið av vakstrarhúsgassið ger, at tað verður heitari á klótuni, og at tað er til óbótiligan skaða. Avtalan í Kyoto frá 1997 var tí ein marknasteinur at fáa bilbukt við hesum partinum av dálkingini.
Men nýggi amerikanski forsetin er lopin frá hesi avtaluni, sum tað tók eini 10 ár at fáa upp á pláss, og tað hevur hann gjørt fyri at tæna egnum snævurskygdum fíggjarligum áhugamálum. Fyri at takka amerikanska ídnaðinum, m.a. orkuídnaðinum, sum stuðlaði republikanska forsetavalevninum, hevur George W. Bush, tikið allan heimin sum gísla, eins og hann hevur sett umhvørvismálaráðharran til viks í hesum máli.
Grundgevingin fyri at renna undan Kyoto-avtaluni er, at menningarlondini klára kanska ikki ásetingarnar at í hesi avtaluni, sum eftir einum ávísum áramáli skal lækka CO2 avtaluni. Í hesum sambandi skulu vit hava í huga, at amerikanski parturin av útlátinum tilsamans er meiri enn 36 prosent!
Nú kann onkur spyrja, hvat viðkemur hetta mál okkum. Jú, øll tilvera okkara byggir á umhvørvið, serliga havumhvørvið, og tí mugu vit gera vart við okkum, tá tað snýr seg um tiltøk til frama fyri umhvørvinum. Tí mugu vit eisini vóna, at hini londini annaðhvørt megna at gera eina avtalu uttan USA ella eina nýggja avtalu, sum ?Big brother? kann góðtaka.