Tað fyrsta sum hoyrdist um setanina, var í fjølmiðlunum 1. nov. og varð mestsum gitt, at starvið skuldi røkjast av Joen H. Andreassen, sorinskrivara og í dag 2. nov. kl. 13.30 valdi so Løgtingið einmalt sorinskrivarin í embæti sum tann fyrsti Løgtingsins umboðsmaður.
Vit loyva okkum at koma við hesum viðmerkingum og niðurstøðum til hetta val, tá vit ikki høvdu møguleika at gera okkara viðmerkingar áðrenn setanin fór fram, enn stutta viðmerking í útvarpinum á middegi í dag.
Fyrst og fremst kunnu vit ikki góðtaka, at persónur, sum er farin um 67 ár, verður settur í starvið, ? á okkara øki og annars í almennari fyrisiting er ongin bøn, ? tá tú hevur runda tey 67 árini skalt tú leggja starvið frá og er hetta beinleiðis ásett av landsins myndugleikum og tí er tað heilt óskiljandi fyri okkum, at vikið verður frá hesi grundreglu í hesum føri.
Spurningurin um álit á persón í slíkum starvi, er sjálvandi av altavgerandi týdningi. Tí er tad meira enn løgi, at málið um setan hevur verið viðgjørt mestsum í duldum, uttan at tey, sum skulu nýta hetta starvið, als ikki hava møguleika at sagt sína hugsan um hvørja grundreglu og førleika persónur skal lúka, fyri at røkja slíkt starv.
Vit vilja sum fakfelag vísa á, at tað júst er undir hesum sorinskrivara at ml. a. reglur um danska arbeiðsrættin eru vorðin partur av føroysku rættarskipanini, uttan at hesar eru galdandi í Føroyum. Hetta hevur volt fakfeløgunum stórar trupulleikar og verður mett sum beinleiðis ágangur móti fakfeløgunum.
Vit senda hetta til Løgtingið hóast avgerðin um setanina er tikin, við tað at ikki varð gjørligt at koma við hesum áðrenn avgerðin fall í Løgtinginum og vit sostatt fingu høvi til at greiða Løgtinginum frá okkara støðu til setanina.
Starvsmannafelagið