Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um ætlanirnar at byggja út skúlan í Fuglafirði.
Henda ætlan var fyri á býráðsfundi týskvøldið og har samtykti býráðið at fara undir fyrsta byggistig av ætlanini. Eisini varð samtykt, at fara undir detailprojekteringina av øðrum byggistigi av útbyggingini.
Ætlanin kemur at kosta knappar 14 mió. krónur, men verður ikki gjørd eftir einum ári. Kommunan er heft at íløguloftinum hjá Fíggjarmálastýrinum og fyri fuglfirðingar er loftið sett til góðar 5 mió. krónur.
Stór ætlan
Útbyggingarætlanin fyri skúlan er annars ikki so lítil.
Øll ætlanin sum hon er, er mett at kosta góðar 50 mió. krónur, og tað voldi eisin til eitt sindur av orðadrátti á fundinum.
Einki áramál var sett fyri samlaðu útbyggingina og niðurstøðan hjá býráðnum var, at tað var torført at taka støðu til eina ætlan, sum liggur so langt frammi í tíðini. Tí tók býráðið bara støðu til teir báðar fyrstu partarnar, sum eisini koma at tyngja íløguætlanina hjá kommunni fleiri ár framyvir.
Serstovurnar mangla
Býráðslimirnir vóru allir samdir um, at útbyggingin er neyðug, tí skúlin, sum hann er í dag, er illa fyri hvat serstovum viðvíkur.
Hetta bøtir fyrsta byggistig upp á og allir býráðslimirnir vóru samdir um at farast skuldi undir hetta byggistigið alt fyri eitt.
Næsta byggistig er at byggja nýggja bygningin og tann gamla saman við eini gongd, sum ikki er møgulig at gera á annan hátt. Svimjihøll og fimleikahøll eru í bygninginum, sum gongur oman ímóti nýggja bygninginum, sum verður bygdur í niðaru síðu og tí verður neyðugt at gera ein bygning, sum bindur hesar báðar partarnar av skúlanum saman.
Restina av verkætlanini vildu limirnir ikki taka støðu til, tí teir meta sum sagt, at hon liggur ov langt frammi í tíðini.










