Tilvildin má ikki ráða

Galdandi skipan ikki nøktandi, sigur Kristian Magnussen, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fram um viðbót til pensjónistar

Í farnu viku legði Kristian Magnussen vegna Javnaðarflokkurin uppskot fram, tí mett verður, at neyðugt er at gera ymsar broytingar í lógini um viðbót til ávísar pensjónistar.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Kristian Magnussen, at lógin var upprunaliga ætlað sum ein viðbót til teir pensjónistar, ið lítið og einki annað hava enn pensjónina at liva av. Hetta er enn endamálið. Lógin ásetir, at ávís upphædd, ið verður ásett í kunngerð, verður útgoldin 3 ferðir um árið. Upprunaliga var upphæddin ætlað sum stuðul til útreiðslur av brenniolju og seinni eisini til útreiðslur til útvarps- og sjónvarpsgjald.

? Seinastu 2 árini er upphæddin á fíggjarlógini ikki hækkað, hóast útreiðslurnar til olju og sjónvarps- og útvarpsgjald eru hækkaðar. Útvarps- og sjónvarpsgjøldini eru hækkað kr. 115,- í ár, og oljuprísurin er hækkaður munandi síðan t.d. somu tíð í fjør.


Ikki nøktandi

Og víðari sigur Kristian Magnussen, at galdandi skipan at upphæddin verður ásett í kunngerð, er ikki nøktandi, tá upphæddin á fíggjarlógini ikki verður dagførd samsvarandi øktu útreiðslunum, ið viðbótin er ætlað sum endurgjald fyri.

? Verður lógin ikki broytt, og/ella hægri játtan sett á fíggjarlógina, so verða avleiðingarnar, at upphæddin til hvønn einstakan gerst minni, tí tað gerast fleiri pensjónistar, ið eru fevndir av lógini.Við øðrum orðum skulu fleiri til at býta eina upphædd, ið hvørki verður javnað ella hækkað.

? Javnaðarflokkurin metir ikki, at vit framhaldandi kunnu lata tilvildina ráða í hesum máli, og skjýtur tí upp, at viðbótin verður sett inn í lógina, og at upphæddin verður hækkað soleiðis, at hon samanlagt verður kr. 5.100,- fyri inniverandi ár. Hetta er ein hækking uppá kr. 1.713,- til hvønn av teimum 3.829 pensjónistunum, ið væntandi verða fevndir av lógini í ár.

Og mett verður, at kostnaðurin av hækkingini verður 6,559 mió. kr. í ár 2000. Henda upphædd verður at seta á fíggjarløgtingslógina fyri ár 2000, sigur Kristian Magnussen.