orsøkin til, at føroysk list verður kolldømd í Danmark, sigur Kinna Poulsen, sum heldur, at vit eiga at fegnast um kritikkin Í grein í Sosialinum í dag staðfestir Kinna Poulsen, listaummælari, at vit lutvíst [...] henni er tað nú upp til okkum at vísa, at føroysk list er komin víðari við at tryggja eina meir kompetenta formidling av føroyskari list. Hetta krevur sum eitt tað fyrsta, at vit í Føroyum fáa fólk við røttum [...] heldur hon - Alt hetta úrslitar í, at tað gerst í lagi at spilla føroyska list út í ummælum, har tað verður siktað sum í blindum, skrivar Kinna Poulsen, sum harmast um, at skotini harvið á órímiligan hátt
selt Við Múrin. Hann sigur, at teir einans ynskja at hava skipaði viðurskifti á tjaldingarøkinum og á festivalinum sum heild, og at tey tí gera hetta. Vín fyri fyrstu ferð At ølfløskurnar verða seldar fyri [...] inni á tjaldingarøkinum merkir, at festivalgestirnir ikki sleppa at hava øl ella tað, ið sterkari er, við sær inn á festivaløki. Bjarni Kyster ynskir eisini at gera greitt, at bíligu ølfløskurnar einans verða [...] økinum, og at tað ikki ber til at taka hesar fløskurnar út um tjaldingarøki. – Á sjálvum festivaløkinum hava vit barrir, sum koma at selja øl og vín í plastikgløsum, sigur Bjarni Kyster. At vín verður
álvarslig í løtuni, at myndugleikarnir eiga at koma við kreppuhjálp. Tað kann ikki góðtakast, at politiska skipanin bara letur ein part av vinnulívinum doyggja. Jan Højgaard sigur við Norðlýsið, at tað verður ein [...] men skal alt ikki steðga upp, er neyðugt, at myndugleikarnir tora at handla, sigur hann. Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur tað vera sera umráðandi, at limirnir í felagnum standa saman. - Tað tykir [...] hava dømi um, at reiðarar hava fingið beinleiðis boð um fyrst at gjalda kreditorum og bankum sínar pengar, áðrenn lønirnar til manningar verða koyrdar ígjøgnum. Í hesum tíðum er umráðandi, at bankarnir føra
fíggjarmálum ímóti at Løgtingið samtykkir íløgur, sum fara at føra ovurstórar útreiðslur við sær tey næstu árini. - Tað er ongin, sum kann spáa um tey næstu árini og tí skulu vit vera varin við at seta ov nógvar [...] virksemi, eru íløgur í tunlar og vegir. - Og tað er ikki rætt at sorla almenna forsorg sundur, bara fyri at sleppa at gera fleiri tunlar, staðfesti hann og sipaði til sparingarnar á almannaøkinum, sum hava [...] í innlendismálum. Í samgonguskjalinum stendur, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011. Men tað er skilligt á politiska kjakinum seinastu dagarnar, at hetta skal takast við fyrivarni. Í Løgtinginum
ætlanin at stovna felagið fyri at kunna vera um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum. - Endamálið er eisini at varpa ljós á hendan serliga trupulleikan við hjartasjúkum børnum og at hittast av og at njóta [...] m børnum. Ímeðan fundurin er, hava børnini møguleika at hugna sær við ymiskum undirhaldi og aftan á fara øll at sláa tunnu. Conny Poulsen sigur, at tey vita ikki, hvussu nógv hjartasjúk børn eru í Føroyum [...] ætlanin at savna øll hjartasjúk børn í Føroyum til eitt tiltak í Havn, sum verður bæði til gamans og álvara. Samstundis eru vaksin, sum eru fødd við hjartafeili, eisini vælkomin við. Foreldur at børnum
og meir, var at eykarokningin upprunaliga var upp á 35 mill.kr., men er spard niður á stívliga 20 mill.kr.. Tí metti ikki, at fyriliggjandi upplýsingar vóru nøktandi at heimila Býráðnum at upptaka lán. [...] peningur manglar til at seta tær í gongd við, men ein útgreinan eigur altíð at fyriliggja, so borgarin veit hvat, hvagar skattakrónurnar fara. Men tað sum gjørdi, at eg ikki var ílatin til støðutakanina, var [...] ikki ímóti at læna pening, tí tað er júst í hesum tíðum, vit skulu hava hjólini malandi, fyri ikki at alt skal steðga upp. Við einari álíkning á knappar 600 mill.kr., er einki í vegin í so máta at hava eitt
hann heldur, at tá ið tað kemur til tær stóru útbyggingarnar, hevur samgongan lyndi til at stinga høvdið í sandin, tí avgerðin verður avgjørt ikki lættari av at útseta hann. Hann sigur, at hetta er eisini [...] fundi og hann sigur, at niðurstøðan kann ikki vera onnur enn tann, at tað er púra greitt, hvat fólkið í Sandoynni vil. - Og hjá mær, sum tingmanni úr Sandoy, er tað púra natúrligt at verða ein partur av [...] á fundinum var so sterk, at eg kann ikki uppfata tað øðrvísi enn at tað eisini var ein bindandi fundur fyri meg, sum tingmann, tí tá ið fólkið er so samt, er tórført hjá mær at taka eina aðra støðu. Me
allar hava til endamáls at betra um karmarnar hjá kappróðrinum og at gera róðrarnar javnari, meira spennandi og meira áskoðaravinarligar. Eitt nú verður tað nú staðfest, at eftir at bátur er góðkendur av [...] av RSF, er als ikki loyvt at broyta hann. Eitt nú við at smalka ella skera í bekkir, soleiðis sum fleiri hava gjørt fyri at spara vekt. Eisini eru lógirnar broyttar, soleiðis at genta væl kann vera róðurskvinna [...] Og kravið til dómararnar verður eisini hert, soleiðis at hesir nú skulu geva skrivliga frágreiðing, tá kort verða givin. Og so tað, at kravið fyri at taka lut á ólavsøku nú verður linkað. Nú er tað nóg mikið
hvørjum ári síðani Tórshavnar kommuna hevur í ár valt at fingið Lindu Petersen at samskipa »Ung í arbeiði«, og hetta er gjørt út frá teirri sannroynd, at hon sum starvsfólk á Margarinfabrikkini longu frammanundan [...] av teimum ungu og er von at samskifta við tey. Sjálv heldur Linda Petersen, at tiltakið kemur øllum pørtum tilgóða. Tey ungu verða aktiverað. - Hjá teimum, sum ikki fara út at ferðast, kann summarfrítíðin [...] her fáa tey ein gyltan møguleika at hava okkurt at fara upp til, samstundis sum tey forvinna sær nakrar krónur, sigur Linda Petersen. Tey ungu fáa eisini møguliga fyri at nema sær kunnleika til handaligt
til tess at útbyggja vatnorkuna. Skeri eg teg her, missi eg teg har... Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at fólksins tilvitan um týdning av at varða um um umhvørvi, er økt munandi – og tað fer at vísa bata [...] eru á skránni. Eitt ítøkiligt úrslit av hesum er, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn. Hetta er veruliga eitt umhvørvistiltak, sum eigur at merkjast, eitt tiltak, sum í øllum førum upp á sikt [...] Hjalla. Øll, sum hava koyrt sær ein túr á brennistøðina vita, at nógv gott tilfar verður koyrt burtur – og at ALV so kann fáa nyttu og pening úr at selja hesar brúkslutir víðari til fólk, sum vilja keypa gamalt