Føroysk list svarar donskum kritikki

Stóri útflutningurin av vánaligari føroyskari list er ein orsøkin til, at føroysk list verður kolldømd í Danmark, sigur Kinna Poulsen, sum heldur, at vit eiga at fegnast um kritikkin Í grein í Sosialinum í dag staðfestir Kinna Poulsen, listaummælari, at vit lutvíst kunnu takka okkum sjálvum fyri, at donsk ummæli í seinastuni hava havt lyndi til at koyra alla føroyska list í sama pott og kolldøma hana.

Vantandi kunnleikin til og áhugin fyri føroyskari list, sum merkir hesi ummæli, kann nevniliga hanga saman við mongdini av vánaligari føroyskari list, sum hevur verið eksporterað til Danmarkar millum ár og dag, heldur hon

- Alt hetta úrslitar í, at tað gerst í lagi at spilla føroyska list út í ummælum, har tað verður siktað sum í blindum, skrivar Kinna Poulsen, sum harmast um, at skotini harvið á órímiligan hátt eisini raka nøkur av okkara bestu listafólkum.

Sambært Kinnu Poulsen prógvar framsýningin ?Býarløg? í Mullers Pakkhúsi til dømis týðiliga, at tað als ikki stendur so illa til við føroyskari list, sum danskir ummælarar vilja vera við.

Hinvegin eiga vit kanska eisini at gleðast um um atfinningarnar, heldur hon

- Eg vil til ein og hvørja tíð heldur hava erligar ákoyringar enn tey deymutu føroyavinaligu ummælini, sum altíð vóru prinsipielt positiv á teirra serliga, eitt sindur niðurlátandi hátt við støði í romantiseraðu og stereotypu ímyndini av føroyingum sum eitt primitivt náttúrufólk, sigur Kinna Poulsen.

Sambært henni er tað nú upp til okkum at vísa, at føroysk list er komin víðari við at tryggja eina meir kompetenta formidling av føroyskari list.

Hetta krevur sum eitt tað fyrsta, at vit í Føroyum fáa fólk við røttum førleikum í røttu sessirnar allastaðni, har listin verður viðgjørd, stuðlað og formidlað, skrivar Kinna Poulsen í greinini í Sosialinum.