Hjartabørn hittast til gaman og álvara í Havn

Leygardagin verður tiltak í Havn, har hjartasjúk børn og teirra avvarðandi hittast til gaman og álvara. Vaksin, sum eru fødd við hjartafeili, eru eisini vælkomin við

Leygardagin er ætlanin at savna øll hjartasjúk børn í Føroyum til eitt tiltak í Havn, sum verður bæði til gamans og álvara.

Samstundis eru vaksin, sum eru fødd við hjartafeili, eisini vælkomin við.

Foreldur at børnum við hjartasjúku hava nýliga stovnað felagið, Hjartabarnið, sum er eitt undirfelag hjá Hjartafelagnum

- Endamálið við felagnum er at stuðla foreldrum, sum hava fingið eitt barn við hjartasjúku, sigur Conny Poulsen í Hvalba, sum er ein av nevndarlimunum.

Hon sigur, at foreldur, sum fáa børn við hjartasjúku, kunnu viðhvørt kenna seg nokk so einsamøll og hjálparleys og tí er ætlanin at stovna felagið fyri at kunna vera um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum.

- Endamálið er eisini at varpa ljós á hendan serliga trupulleikan við hjartasjúkum børnum og at hittast av og at njóta gott av royndunum hjá hvørjum øðrum.

Tey ætla eisini at gera ein faldara um hjartasjúk børn

Fyrsta tiltakið hjá felagnum verður í leygardagin 21. februar í nýggja partinum av Kommunuskúlanum í Kongagøtu.

Tey byrja klokkan 10 við morgunmati og hugna.

Síðani fer danski serlæknin í viðføddum hjartasjúkum, Lars Søndergaard, at halda áhugaverdan fyrilestur.

Ímeðan fyrilesturin er, hava tey ymiskt undirhald til børnini, eitt nú fáa tey vitjan av Hannibal.

Í døgverðasteðginum fáa tey okkurt til matna og aftan á er kjakfundur um viðurskiftini hjá húskjum við hjartasjúkum børnum.

Ímeðan fundurin er, hava børnini møguleika at hugna sær við ymiskum undirhaldi og aftan á fara øll at sláa tunnu.

Conny Poulsen sigur, at tey vita ikki, hvussu nógv hjartasjúk børn eru í Føroyum, men tey vilja fegin savna so nógv sum gjørligt í felagnum og tí vóna tey eisini at síggja so mong sum gjørligt av teimum á tiltakinum leygardagin.