Seinastu tíðina hevur umhvørvi verið ovast á breddanum í nógvum lutum í føroyska samfelagnum. Og tað er sjálvandi sera gott, at vit gera okkum meira tilvitað um tann týdning tað hevur, at vit fara væl um umhvørvi.
Hesa vikuna skipar Tórshavnar Kommuna fjórða árið á rað fyri umhvørvisviku, har serlig tiltøk eru á skránni. Eitt ítøkiligt úrslit av hesum er, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn. Hetta er veruliga eitt umhvørvistiltak, sum eigur at merkjast, eitt tiltak, sum í øllum førum upp á sikt minkar um bilaferðsluna og sum harvið eisini minkar um tørvin á útbyggingum á eitt nú parkeringsplássum. Eitt sera gott tiltak.
Eitt annað tiltak er sølubúðin, sum mánadagin lat upp í bygninginum hjá Brennistøðini á Hjalla. Øll, sum hava koyrt sær ein túr á brennistøðina vita, at nógv gott tilfar verður koyrt burtur – og at ALV so kann fáa nyttu og pening úr at selja hesar brúkslutir víðari til fólk, sum vilja keypa gamalt, kann bara vera gott.
Nógv hevur verið tosað um CO2 útlát – og hvussu vit kunnu minka um hetta útlát – og atlitið til Kyoto-sáttmálan. Í høvuðsheitunum eru tað el-framleiðslan, skipaflotin og húsarhald, sum dálka mest. Her eiga vit at stuðla upp undir allar royndir, sum kunnu minka um útlátið. Vatnorkan hjá SEV hevur verið nevnd, og onkur hevur funnist at, at farið verður undir framhaldandi stórar útbyggingar, har vit ”einans” vinna 10% av útlátinum.
Her mugu vit sjálvandi semjast um, hvussu nógv vit vilja offra. Vilja vit varðveita okkara vøkru náttúru við vøtnum og áum, ella vilja vit lata burtur av hesum í ávísum økjum, til tess at útbyggja vatnorkuna. Skeri eg teg her, missi eg teg har...
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at fólksins tilvitan um týdning av at varða um um umhvørvi, er økt munandi – og tað fer at vísa bata.