Kappróður
Talan var um fleiri størri og smærri broytingar, sum vórðu framdar, tá Róðrarsambandið hevði aðalfund seinasta vikuskiftið.
Sum tað framgongur av yvirskriftini, so er ein av hesum broytingum, at vinnarin av róðri nú bert fær eitt stig meira enn tvey’arin fyri sigurin. Soleiðis verða tað nú seks bátar, sum fáa stig fyri róðurin, eins og munurin upp til fremsta bátin í nógvum førum verður styttri, tá stigini verða tald saman.
Lættari til ólavsøku
Hinar sjey broytingarnar, sum vórðu samtyktar, tykjast eisini allar hava til endamáls at betra um karmarnar hjá kappróðrinum og at gera róðrarnar javnari, meira spennandi og meira áskoðaravinarligar.
Eitt nú verður tað nú staðfest, at eftir at bátur er góðkendur av RSF, er als ikki loyvt at broyta hann. Eitt nú við at smalka ella skera í bekkir, soleiðis sum fleiri hava gjørt fyri at spara vekt.
Eisini eru lógirnar broyttar, soleiðis at genta væl kann vera róðurskvinna á dreingjabáti og øvut.
Dagfestingin, sum verður nýtt til aldursbýtið av rógvarum, verður nú 31. Januar ístaðan fyri 1. mai, og róðrarøkini skulu verða vinkulrøtt.
Størstu ítøkiligu broytingarnar við sjálvum róðrinum er helst skipanin við gulum kortum. Har verður tað so, at hevur bátur eina ferð í kappróðrarárinum fingið gult kort, verður hetta hangandi. Tað vil siga, at tjóvstartar sami bátur aftur í róðrarárinum, fær hann beinleiðis reytt kort. Og tá missur báturin tvey stig, tá róðurin er av hendan dagin. Og kravið til dómararnar verður eisini hert, soleiðis at hesir nú skulu geva skrivliga frágreiðing, tá kort verða givin.
Og so tað, at kravið fyri at taka lut á ólavsøku nú verður linkað. Nú er tað nóg mikið, um bátar hava tikið lut í tveimum róðrum á árinum, um teir eisini skulu sleppa at taka lut á ólavsøku.