MÆÆÆH við Múrin

Á festivalinum í Kirkjubø fara tey at selja øl fyri tíggju krónur fløskuna á tjaldingarøkinum. Hinvegin sleppa festivalgestirnir ikki at taka øl ella tað, ið sterkari er, inn á festivaløki yvirhøvur

»Tú kanst til dømis keypa ein heilan kassa av mæææh...« Lýsingin hevur koyrt seinastu tíðina á Rás2. Almenna loyndarmálið í hesi lýsing er, at mæææh merkir øl. Hesar eru altso til keyps á tjaldingarøkinum, tá festivalurin Við Múrin fer av bakkastokki 16. juli.

– Tað verður øl í plastikfløskum, sum verða til keyps á tjaldingarøkinum. Har verður ein básur, sum selur øl fyri tíggju krónu fløskuna, sigur Bjarni Kyster, ið rekur Bowlinghøllina á Hálsi, sum stendur fyri mati og drekka, ið verður selt Við Múrin.

Hann sigur, at teir einans ynskja at hava skipaði viðurskifti á tjaldingarøkinum og á festivalinum sum heild, og at tey tí gera hetta.


Vín fyri fyrstu ferð

At ølfløskurnar verða seldar fyri tíggju krónur fløskuna inni á tjaldingarøkinum merkir, at festivalgestirnir ikki sleppa at hava øl ella tað, ið sterkari er, við sær inn á festivaløki.

Bjarni Kyster ynskir eisini at gera greitt, at bíligu ølfløskurnar einans verða seldar inni á tjaldingarøkinum, og at tað ikki ber til at taka hesar fløskurnar út um tjaldingarøki.

– Á sjálvum festivaløkinum hava vit barrir, sum koma at selja øl og vín í plastikgløsum, sigur Bjarni Kyster.

At vín verður selt á einum føroyskum festivali, er ikki sætt áður. Ei heldur er søla av øl í plastikfløskum, so í so máta verður skeinkingin Við Múrin eitt nýbrot.

Bjartur Dalsgarð, formaður í Loyvisnevndini, sigur í stuttari viðmerking, at loyvini verða givin út frá teirri umsøkn, sum fyriliggur og út frá tí leistinum, tiltøk verða skipað eftir.


Fyrireikarar fegnast

Mark Joensen, ið er ein av fyriskiparunum av festivalinum í Kirkjubø, hevur ikki tær stóru viðmerkingar til skeingina Við Múrin.

– Vit hava latið sølu av mat og drekka upp í hendurnar á Bowlinghøllini og fegnast um, at tey taka sær av hasum og gera tað við skili, sigur Mark Joensen.