eins og hann ikki føldi seg nóg góðan, tá hann hvørki fekk havt eitt vinnuligt arbeiði ella fekk gjørt nakað heima, til dømis við viðlíkahaldi av húsunum og øðrum. Ein stór gleði fyri hann hevur verið at uppliva [...] hann kýtir seg við at fáa tær seinastu bustirnar lidnar. Tað er kortini ikki bert bustir, sum verða framleiddar av hesum blinda 60 ára gamla og fryntliga manninum. Hann hevur møguleika fyri skiftingum [...] bustunum eru snikkaðar til hansara tørv og nýtslu, og her fær hann tíðina at ganga. Hann hevur latið seg í handskan, hevur fingið sær klútin um lærið og fer undir enn eina bust. Eina av teimum 60 bustunum
eins og tað var fyri eini 20 árum síðani, sigur Jákup Jacobsen, sum eisini merkir ein vaksandi áhuga fyri teimum kappingunum, hann skipar fyri. - Tað koma fleiri og fleiri fólk fyri hvørja ferð, onkur [...] Føroyum skulu finnast, og har Jákup Jacobsen skipar fyri. - Tað er munandi lættari at skipa fyri styrki og fitness kappingum í dag, í mun til hvat tað var fyri næstan 20 árum síðani. Í dag vita tey flestu, hvat [...] tað í dag. - Vit vistu ótrúliga lítið um venjing og ikki minst hvussu mann vandi rætt. Tað gekk fyri seg upp á besta manér. Vit fingu onga vegleiðing, men hugdu eftir hvørjum øðrum, og so var tað onkur
fjallið og at enda luftin í bakgrundini. - Mær dámar væl at mála ljósið og glottarnar, sum stinga seg niður ígjøgnum myrku skýggini og speglast í sjónum. Hesar løturnar eru ofta stuttar, men tær eru ógvuliga [...] Síðan tá hevur listamálarin úr Fuglafirði á hvørjum ári verið við á framsýningum í Danmark, har áhugin fyri føroyskari list er rættiliga stórur. Vanliga vitja nógv fólk føroysku framsýningarnar í Danmark. Í [...] Eg seldi eykalutir til bilar hjá Esmar Simonsen á Kambsdali. Men í ár 2000 hevði hann hug at leggja seg eftir listini burtur av og avgjørdi, sum hann sjálvur tekur til, "at leypa út í tað". - Nú havi eg
við samanløgdum 1-6-tapi. HB var á odda 1-0 í hálvleikinum, og Heðin Askham, venjari hjá HB, sigur seg eisini vera nøgdan við avrikið. - Ja, tað eri eg faktiskt. Nú eg hyggi í bakspeglið, so spældu vit [...] varð spurdur um, hvat hann hevur sagt við leikarar sínar eftir dystin í kvøld. - Eg havi róst teimum fyri eitt gott avrik. Eg harmist um tapið, men tað var eitt gott avrik, serliga í fyrra hálvleiki, og vit
noktað at skriva undir sáttmálan, ið ikki longur veitir tímapengar fyri ferðing. - Men fyri góðum hálvum ári síðan varð málið skotið fyri fasta gerðarættin og samstundis skrivaði eg eitt bræv til til táverandi [...] gevur lærarunum avspáking ístaðin fyri pening fyri at ferðast, greiðir Sunleif Rasmussen frá. - Hetta eru tvey mál, har Mentamálaráðið, ið eg vildi mett, ynskir tað besta fyri musikkskúlalærarar, hevur nýtt [...] nýtt miðaldrar framferðarháttir at forða fyri at virksemið skal rigga. Eg vóni at hetta ikki endurtekur seg, sigur Sunleif Rasmussen at enda.
og stjórin sær fyri sær, at ferðslan í Havn fer at økjast munandi av hesum. - Tað fara at koma nógv fleiri bilar til høvuðsstaðin, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Men hevur mann gjørt seg kláran til tað [...] tað? Eg haldi ikki, Tórshavnar kommuna hevur fyrireikað seg nógv væl til nógvu ferðsluna í sambandi við tunlarnar, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi. Parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum hava [...] - her hevur mann ikki loyvi at koyra oman eftir, men kortini er tað í heilum, at bilar koyra oman fyri at sleppa undan ferðsluni, sigur hon.
i, at tað er ein vanlukka, um Sjósavnið má lata aftur. - Sjósavnið hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkara sjálvsfatan sum oyggjaland og sum fiskivinnutjóð. Her síggja vit fiskarnar livandi, sum vit [...] ein dýrabara perla. Vit eiga at hjúkla um Sjóðsavnið, og geva tí tær allarbestu umstøðurnar at menna seg í. Tað er skeivt at taka stuðul frá Sjósavninum, bara tí tað er í Havn. So vinarliga set tær sera [...] høvuðsstað heldur fram við verandi samgongu. Fyrst var nýggi skúlin í Marknagili partvís parkeraður fyri eini játtan til Tekniska skúla í Klaksvík, og nú Sjósavnið, skrivar hann.
Andanum. - Vit hava øll brúk fyri onkrum at hella seg ímóti. Heilagi Andin, Guds andi, er hann sum eg vendi mær ímóti. Hesin andin er lívgevandi. At andin er lívgevandi merkir fyri Bodil, at tá Guds andi kemur [...] Jesus soleiðis víst sína umsorgan fyri mær í øllum lívsins viðurskiftum. Ja, tað merkir, at í øllum lívsins støðum er tað ein, sum heldur mær uppi. Og tað er ein styrki fyri meg. Hvítusunnan kann tykjast abstrakt [...] kirkjuni hava sín týdning. Bæði jólini, páskini og hvítusunnan hava ein boðskap við stórum týdningi fyri meg, sigur við Kristelig Dagblad. Bodil Kornbek, sum er formaður í flokkinum Kristendemokraterne metir
uttanlands. Men alt frá fólkafundinum á Doktaragrund til Midnáttarsangin, tað er nakað ein gleðir seg til hvørja ferð. Og so er Ólavsøkan er eitt deiligt høvi at møta góðum fólki, og øðrum flytifuglum [...] tú ólavsøkuna? Saman við familju, fyrst og fremst. So út til vinfólk, og síðani oman í býin at vála fyri rest. Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Eg haldi, at ein sjálvandi eigur at fara til so nógv
sambært Bjarna Djurholm í flestu førum um, at viðurskifti stinga seg upp, sum seinka gongdina, men higartil hevur einki álvarsamt forðað fyri ætlanini, og í nærmastu framtíð fer arbeiðið í gongd. - Partafelagið [...] sambært Heina O. Heinesen eisini hava ávirkan á arbeiðið, men tað tykist Vinnumálaráðharrin ikki stúra fyri. - Tá vit eftir ølluma at døma fara inn í eitt tíðarskeið við minni peningi enn undanfarin ár, er [...] at fáa gongd á og arbeiða miðvíst við projektinum. Negativa konjunkturgongdin nýtist ikki at forða fyri arbeiðnum, um rætti framferðarháttur verður nýttur, sigur Bjarni, sum leggur afturat, at landskassin