Eftir at hava sitið í nevndini í Føroya Musikkskúlalærarafelag í sjey ár, metir Sunleif Rasmussen seg hava tænt sína tíð. Hann stillaði ikki upp til seinasta nevndarval og nýggjur limur er Sámal Petersen.
Sunleif Rasmussen legði sostatt frá sær við góðari samvitsku, tí hann hevur barst við fleiri tung mál,
- Í 2004 gloymdi Mentamálaráðið lønarhækkanina á fíggjarætlanini, so tað var upp á tal at koyra lærarar fyri at fáa endarnar at røkka saman, men hetta varð av ongum, tí tað eydnaðist okkum at savna 8.000 undirskriftir uppá lítla og onga tíð, greiðir hann frá.
Árið eftir í 2005 kom sokallaða »Tímapengamálið« fram. Lærararnir fingu pening fyri at ferðast millum skúlarnar, og tað varð avgjørt av Mentamálaráðnum at strika hesar pengar. Orsøkin var, at ávísir lærarar misnýttu skipanina, men hesir starvast ikki í Føroyum longur, leggur Sunleif Rasmussen afturat. Málið hevur verið uppi og vent í heilum síðan tað kom fram, tí Musikklærarafelagið hevur noktað at skriva undir sáttmálan, ið ikki longur veitir tímapengar fyri ferðing.
- Men fyri góðum hálvum ári síðan varð málið skotið fyri fasta gerðarættin og samstundis skrivaði eg eitt bræv til til táverandi landstýrismann í fíggjarmálum. Hvat tað var sum riggaði, veit eg ikki, men felagið var kallað inn á fund. Eitt tvey ára gamalt uppskot varð lagt fram, og nú er sáttmálin undirskrivaður, sum gevur lærarunum avspáking ístaðin fyri pening fyri at ferðast, greiðir Sunleif Rasmussen frá.
- Hetta eru tvey mál, har Mentamálaráðið, ið eg vildi mett, ynskir tað besta fyri musikkskúlalærarar, hevur nýtt miðaldrar framferðarháttir at forða fyri at virksemið skal rigga. Eg vóni at hetta ikki endurtekur seg, sigur Sunleif Rasmussen at enda.