- Havnin ikki klár til ferðsluna frá Eysturoyartunlinum

- Tað er hopleyst at parkera í Havn, sigur stjórin í Betri Heimi

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur framá, fleiri ferðafólk koma til landið og fleiri flyta til miðstaðarøkið. Í Betri Heimi merkja tey ein stóran eftirspurning frá fólki um keyp av húsum og grundstykkjum við tunnilsmunnarnar hinumegin Havnina, og stjórin sær fyri sær, at ferðslan í Havn fer at økjast munandi av hesum.

 

- Tað fara at koma nógv fleiri bilar til høvuðsstaðin, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Men hevur mann gjørt seg kláran til tað? Eg haldi ikki, Tórshavnar kommuna hevur fyrireikað seg nógv væl til nógvu ferðsluna í sambandi við tunlarnar, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

 

Parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum hava ofta verið uppá tal, mann hevur tosað um parkeringskjallarar og nýggjar básar, men enn er ikki tað stóra hent. Tað er ofta sera trupult at finna parkeringspláss í Havn, og Kára á Dunga skilir ikki, hví mann ikki hevur gjørt nakað ítøkiligt við hetta enn.

 

- Tað er hopleyst at parkera í Havn. Kommunan hevur snakkað um parkeringshús, men har hendir einki. Parkering í Havn er av tí sama blivin kaotisk, tí mann sleppur næstan ikki fram nakrastaðni. Vit síggja longu tendensin við vaksandi ferðsluni her, sum vit í Betri Heimi halda til (red.: Niels Finsensgøtu) - her hevur mann ikki loyvi at koyra oman eftir, men kortini er tað í heilum, at bilar koyra oman fyri at sleppa undan ferðsluni, sigur hon.