HB tapti í kvøld 1-3 ímóti serbiska FK Partizan á Tórsvølli. Føroysku meistararnir ruku harvið út úr 2. umfari av Champions League við samanløgdum 1-6-tapi. HB var á odda 1-0 í hálvleikinum, og Heðin Askham, venjari hjá HB, sigur seg eisini vera nøgdan við avrikið.
- Ja, tað eri eg faktiskt. Nú eg hyggi í bakspeglið, so spældu vit faktiskt ein góðan dyst. Sjálvandi eri eg harmur um at vit ikki halda leiðsluna, men summar løtur fella vit út og eru sárbærir. Vit blivu blottaðir og taptu dystin tá. Annars kundu vit ført við meiri enn einum í fyrra hálvleiki, og við eitt lítið sindur av hepni kundu vit eisini hildið tað longri í seinna hálvleiki, sigur Heðin Askham vísandi til í fyrsta lagi útjavnandi málið, sum kom longu tá ið fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Dystarbyrjanini var ógvuliga harðliga leikt við nógvum fríspørkum. Heili 20 fríspørk skrásetti heimasíðan hjá UEFA fyrsta hálva tíman. Hetta tóktist at órógva spælið hjá FK Partizan, men Heðin vísir aftur, at hetta var tilætlað.
- Tað var tað als ikki. Vit royna at leggja trýst á frammarliga og at koyra á. Sjálvandi er tað eisini ein ávís tendring í tí, sigur Heðin Askham, sum síðani varð spurdur um, hvat hann hevur sagt við leikarar sínar eftir dystin í kvøld.
- Eg havi róst teimum fyri eitt gott avrik. Eg harmist um tapið, men tað var eitt gott avrik, serliga í fyrra hálvleiki, og vit stríddust og strevaðust allan dystin. Samlaða avrikið í Champions League hevur verið nøktandi, og tað verður vónandi enn betri næstuferð. Spælararnir hava hóast alt fingið fýra týdningarmiklar dystir í beinini, segði hann at enda.