Havnin skal avmonterast

Elin Lindenskov, býráðslimur
-----------

Havnin skal avmonterast er mottoið hjá nýggju samgonguni. Tað síggja vit aftur nú við Sjósavninum. Við at skerja Sjósavnið við einum triðingi av játtanini, ger landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, tað ógjørligt hjá savninum at virka.
Tað er ein skandala, um Sjósavnið nú má stongja. Sjálv havi eg ofta vitjað savnið saman við ferðafólkum, børnum, ungum og gomlum í mínum arbeiði og privat. Felags fyri allar vitjanir, óansæð hvørjum eg havi verið saman við, er ein stór spennandi uppliving og læring. Har er altíð okkurt nýtt og at síggja, læra og uppliva.
Sjósavnið hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkara sjálvsfatan sum oyggjaland og sum fiskivinnutjóð. Her síggja vit fiskarnar livandi, sum vit annars bert síggja á døgurðaborðinum ella hoyra um í tíðindunum.
Sjósavnið er ein sera góður undirvísingarmiðil, sum landið sjálvandi eigur at stuðla. Sjósavnið er ein dýrabar perla. Vit eiga at hjúkla um Sjóðsavnið, og geva tí tær allarbestu umstøðurnar at menna seg í.
Tað er skeivt at taka stuðul frá Sjósavninum bara tí tað er í Havn. So vinarliga set tær sera týdningarmiklu 100 túsund krónurnar á aftur játtanina okkara landi at frama!