Danmark: - Allar høgtíðirnar í kirkjuni hava sín týdning. Bæði jólini, páskini og hvítusunnan hava ein boðskap við stórum týdningi fyri meg, sigur við Kristelig Dagblad.
Bodil Kornbek, sum er formaður í flokkinum Kristendemokraterne metir hvítusunnuna vera er ein áminning um komuna hjá Heilaga Andanum.
- Vit hava øll brúk fyri onkrum at hella seg ímóti. Heilagi Andin, Guds andi, er hann sum eg vendi mær ímóti. Hesin andin er lívgevandi.
At andin er lívgevandi merkir fyri Bodil, at tá Guds andi kemur inn verður kenslulív okkara heilt. Guds andi uppmuntrar. Guds andi gevur gleði. Guds andi fyllir okkara innara lív, og tað gevur frið og sælu.
Sjálv heldur hon høgtíðina saman við familju síni. Og kirkjugongd er ein natúrligur partur av hvítusunnuni, eins og hon ger tað hvønn sunnudagin.
- Fyri meg er hetta ikki petti øðrvísi enn vanligt, sigur hon.
Ein dúgva
Týdningarmesti boðskapurin á hvítusunnu er, at Heilagi Andin varð sendur til jarðar, eftir at Jesus var farin til himmals.
- Heilagi Andin er sum ein tulkur, sum ger at eg kann hoyra og skilja orðini hjá Jesusi.
- Við at senda Heilaga Andan hevur Jesus soleiðis víst sína umsorgan fyri mær í øllum lívsins viðurskiftum. Ja, tað merkir, at í øllum lívsins støðum er tað ein, sum heldur mær uppi. Og tað er ein styrki fyri meg.
Hvítusunnan kann tykjast abstrakt. Hevur tú eitt boð uppá, hvussu hvítusunnan kann verða formidlað inn í ein gerandisdag í 2008?
- Heilagi Andin verður ofta lýstur sum ein vindur ella sum ein dúgva. Tað kann ofta vera ein hjálp at brúka alskyns myndir, og sum kunnu lýsa Heilaga Andan og harvið geva, serliga teimum ungu, eina størri fatan av hesi stóru kristnu hátíðini, sigur Bodil Kornbek at enda í samrøðuni.










