- Nei, eg tími ikki at fjasast við teldur. Eg eri eg tí gamla skúlanum, har ein ikki kendi til teldur og slíkt!
Heri Olsen situr so trúfastur og arbeiðir við framleiðsluni av bustum til línuflotan. Hann hevur felagið Fløttislið, og er íðin eftir at fáa so nógv frá hond hvønn einasta dag.
Amboðini til framleiðslu av bustunum eru snikkaðar til hansara tørv og nýtslu, og her fær hann tíðina at ganga.
Hann hevur latið seg í handskan, hevur fingið sær klútin um lærið og fer undir enn eina bust. Eina av teimum 60 bustunum, hann fær frá hond um vikuna.
Hann er ikki meiri enn farin til verka, nú ringir telefonin. Hóast teldan kundi verið eitt hent amboð hjá honum, leggur hann ikki so nógv í hana. Samband fær hann kortini við tey, sum ynskja tað.
Telefonin ringir eina løtu. Hóast hann er blindur, fær hann beinanvegin at vita, hvør tað er sum ringir: Telefonin hevur ein talandi nummarvísara, sum á donskum máli sigur nummarið á tí, sum ringt hevur til hansara.
To-to-fem og so framvegis ljóðar úr telefonini.
- Hetta er sonurin, greiðir hann frá.
Onkur vil halda at ein blindur maður hevur eitt einsligt lív. Men tað kann ikki sigast um Hera í Vestmanna.
Áðrenn tað endaði galið ...
Hóast Heri er blindur, so var tað kortini ein tíð í hans lívi har hann sá eins og øll onnur. Í roynd og veru var hann miðskeiðis í 20unum tá hann merkti at sjónini var farið at bila.
- Eg var til skips um hetta mundið við Vestfinni. Eg var 25 ára gamal, og legði tá til merkis at eg ikki sá so væl at arbeiða, greiðir Heri frá.
Hann byrjaði so líðandi at leggja merki til, at tá hann kom inn av dekkinum tyktist alt at vera myrkt. Og tá hann fór út á dekkið varð alt so ovurhonds ljóst.
Her var ikki annað at gera hjá honum enn at fara í land. Við sorg í sinni mátti hann siga sjólívinum farvæl.
- Eg fekk so arbeiði á fiskavirkinum, men tað gekk heldur ikki. Sjónin var vorðin alt ov veik, sigur Heri.
Her gjørdist ikki annað enn at fara til hús aftur. At arbeiða bar snøgt sagt ikki til orsakað av hesum brekinum.
Seinni fór hann so eitt stutt skifti á Blindeinstituttet í Keypmannahavn.
- Í dag síggi eg als einki. Eg eri tí glaður um, at eg fekk konu og børn, og fekk bygt egin hús, áðrenn tað endaði galið, sigur Heri.
Abbi er blindur!
At gerast blindur er jú rættiliga hemmandi og avmarkandi fyri ein mann í besta vinnuføra aldri. Hvussu var at gerast blindur?
- Tað var ein hørð tíð, skal eg siga tær. Um eg ikki hevði havt konuna, hevði verið trupult at koma uppaftur.
- Jú, hetta var hart, tí hvør skuldi nú gera hetta ymiska við húsið?, sigur Heri.
Tað var eins og hann ikki føldi seg nóg góðan, tá hann hvørki fekk havt eitt vinnuligt arbeiði ella fekk gjørt nakað heima, til dømis við viðlíkahaldi av húsunum og øðrum.
Ein stór gleði fyri hann hevur verið at uppliva tað at gerast abbi. Og, sum hann sigur:
- Fyri abbabørnini er tað bara ein sjálvfylgja at abbi teirra er blindur!
Úr at gera
Heri hevur í dag rokkið teimum 60 árunum, men situr kortini ikki hendur í favn í heimi sínum í Vestmanna. Langt frá tí.
- Nei, eg havi ikki tíð at sita fyri einki. Eg havi næstan ov nógv at gera, sigur hann.
Tað hann fær tíðina at ganga við er at gera tær sera væl umtóktu bustirnar til tann føroyska línuflotan.
Her er talan um sergjørdar bustir, hvørs endamál er at reinsa línuna, tá bátarnir taka línuna inn. Við bustini verður tað gamla agnið lætt og einfalt tikið av, áðrenn línan kemur umborð aftur.
Hetta arbeiðið byrjaði í smáum, men í dag er støðan hon, at so at siga allir teir føroysku línubátarnir hava eina bust sum er framleidd av Hera í Vestmanna.
Vanliga klárar hann at gera einar 10-12 bustir um dagin, men tað er ikki altíð at hann megnar at nøkta eftirspurningin.
- Tja, 200 teirra skuldu vera klárar at lata út av húsinum nú. Men tað verður so skjótt sum eg eri liðugur við tær, sigur hann, meðan hann kýtir seg við at fáa tær seinastu bustirnar lidnar.
Tað er kortini ikki bert bustir, sum verða framleiddar av hesum blinda 60 ára gamla og fryntliga manninum. Hann hevur møguleika fyri skiftingum í arbeiði sínum, tí goggar ella kleppar verða eisini framleiddir á sama staði, enntá í trimum ymiskum støddum.
- Hesir klepparnir eru eisini sera væl umtóktir umborð á bátunum, greiðir Heri frá.
- Als ikki gloymdur
Alt tað sum Heri ger fyri felagið Fløttislið verður gjørt í kjallara hansara.
Her hevur hann innrættað sær eitt rúm við teim amboðunum, ið neyðug eru í framleiðsluni. Her veit hann við fáum centimetrar skeivleika hvar øll amboðini standa.
- Tey standa júst har, sum eg vil hava tey, sigur hann.
Hann fer vanliga til arbeiðis, tá klokkan er farin at nærkast hálvgum átta, og kann gott sita her til langt út á kvøldi, um nógv er at gera.
Hann hevur tvey útvarp standandi í arbeiðsrúmi sínum. Annað stendur fast á Lindini, meðan hann við hinum skifti millum Útvarp Føroya og Rás 2.
Ofta koma eisini vinir inn at vitja, og tá fáa teir altíð eitt gott prát saman.
- Nei, hóast eg eri blindur og siti herinni og arbeiði, so eri eg ikki gloymdur av fólki, greiðir Heri frá.