leiðarin av samgonguni, løgmaður sjálvur, hevur brent so nógvar brýr av! Hvussu kann ein Edmund Joensen, sum hevur fingið sær so nógvar óvinir - fyrst fór Finnbogi Arge úr flokkinum, síðani fóru javna [...] egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum hann hevur ?tveitt? út í kuldan! HENDA sannroynd fær okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er
at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trup [...] formaðurin í sambandsflokkinum aftur víst, at hann hevur torført at fáa politiska samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki [...] TEY flestu halda, at grundgevingin at koyra Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur brúkt eitt serligt arbeiðslag í málinum um fast samband um Vestmannasund, er dekan ov grunn. OG helt løgmaður, at sjá
LOKSINS komu marknasamráðingarnar við bretar upp til politiska viðgerð. TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði [...] a sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. [...] vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa seg sum góð umboð
løgtinginum um bankamálið. Men honum líkt hevur hann hildið lágan ella ongan profil. Hann hevur roynt at leggja lok á og tiga málið burtur. Nú gevur hann tinginum skyldina, tí tað kundi biðið um orðaskiftið [...] HVUSSU leingi ætlar fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu [...] orðaskiftið. MEN hvar er fólkaflokkurin? Hví hevur hann latið sambandið stýrt hesum málinum? Nú sigur Bjarni Djurholm, at løgmaður lutvíst hevur oyðilagt málið við at skriva út val og forhála tað. Jamen, Bjarni
fór at verða ein polarisering millum tjóðveldi og samband. Nú sambandsflokkurin hevur valt Edmund Joensen aftur til formann og harvið hevur givið sera sambandsku linju hansara viðhald, er neyvan hugsandi [...] nakran front í valstríðnum. Sambandið er ?yt?. Gott tað sama. Við at tvíhalda um linjuna hjá Emdund Joensen hevur sambandsflokkurin meldað seg úr tí annars uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur [...] við løgmanni á odda hevur staðið sum felagsnevnari fyri. Finnbogi Arge vildi reform á hesum økinum. Hann varð frystur út. Atli Hansen og aðrir sambandsmenn vilja broytingar, men vórðu fyri stórtapi á la
og fólk sum heild, um at vara seg, tá tað snýr seg um Edmund Joensen Hvørja aðra grund skulu teir persónar, sum hava staðið Edmundi Joensen nærmast, hava við at fortelja Føroya fólki og entá dønum um ein [...] løn fyri. Løgmaður er mistonkiligur og hevur ilt við at lýta øðrum ábyrgd. Kann hann ikki taka eina avgerð ella um hann onga meining hevur, so verða málini løgd á ís. Lok verður lagt á tey. Fólkini, sum [...] TÆR mongu ákoyringarnar, sum Edmund Joensen hevur fingið í seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska
útspæl løgmans má hann metast at vera ein proformaleiðari. Tvs. at hann verður sitandi til eftir valið og so er hann heilt ?out?. Edmund Joensen fer tá at sanna, at hann liggur sum hann hevur reitt. Um somu [...] ta álit, hann hevði sum løgmaður og harvið sum samráðingarleiðari við danir, áðrenn hann skrivaði út nýval. Hvat Edmund Joensen enn heldur um seg sjálvan, so vikast ikki tann veruleiki, at hann hevur sett [...] Sum Føroya løgmaður eigur hann at seta áhugamál landsins framum eginpolitisk áhugamál. Tað hava seinastu dagarnir víst, at hann hevur ikki gjørt. Tí má hann steðgast, áðrenn hann setir alt Føroya fólk í
royndi kortspælarin Edmund Joensen hevur hugsað sær ?forløbið?. Hann hevur bara gloymt, at tað hann er farin í holt við er einki minni enn ein russisk roulette, har bæði hann sjálvur, sambandsflokkurin [...] er kroystur í sínum egna flokki hevur hann valt at brúka vápn sítt at útskriva val. Hetta ger hann bert tríggjar dagar undan landsfundinum í sínum egna flokki. Hann hevur leingi vitað, at stór ónøgd er [...] trumfin spælir hann so út á landsfundinum. Tá fáa sambandsfólk at vita, at vraka tey hann, so eru tey eisini atvoldin til, at einki kemur burtur úr nøkrum samráðingum við danir. Men við at velja hann aftur til
LØGMAÐUR sigur orsøkin til at hann hevur skrivað út val vera hana, at hann hevur frætt, at valfelagið hjá sambandsflokkinum í Eysturoynni skal hava ætlanir um at vraka hann sum formansevni til komandi landsfund [...] tekur hann bráddliga alt Føroya fólk sum gíðsla. Hann letur tað nú upp til flokkarnar í einum valstríði at gera av, hvussu ein semja skal fáast um eina felags føroyska støðu, um somu tíð, sum hann tveitir [...] tveitir alla ábyrgd frá sær. Tað rætta hevði verið, um løgmaður føldi, at hann ikki hevði nóg góða undirtøku, at hann tók seg úr sessinum og lat løgtingið at taka víðari avgerð í málinum. At brúka sína støðu
heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimastýrisskipanini. Álvaratos. Tað átti hann at kunnað funni út av í sínum dagliga yrki [...] Og ikki hevur tað økt álitið á løgmann, at hann hevur gingið við uppsagnum í bringulummanum, hevur hótt við uppsagnum og sagt landsstýrismanni upp, tí hann arbeiddi við ætlan, sum løgmaður var tvingaður [...] víst á, at veljarakanningin gav leiðslu Sambandsfloksins ein dyggan frammaná. HESUM roynir Edmund Joensen at vísa aftur! Men tá ein triðingur av Sambandsveljaranum vil hava meiri sjálvstýri, og bara ein