Eitt spennandi val

Fólkaflokkurin hevur longu forlovað seg til sambandið, sum púrt einki vil á sjálvstýrisleið. Tí verður valið ein uppgerð millum loysingarlinjuna hjá tjóðveldinum og so sjálvstýrisleiðina hjá javnaðarflokkinum

EINGIN ivi er um, at hetta valið til løgtingið verður eitt av teimum mest spennandi. Við kreppuni og bankamálinum í kjalarvørrinum er greitt, at nógv stórpolitisk mál fara at verða fremst á valskránni hjá øllum flokkum. Og her er eitt tað størsta framtíðar sambandið millum Føroyar og Danmark.


EINAFERÐ sá út til, at her fór at verða ein polarisering millum tjóðveldi og samband. Nú sambandsflokkurin hevur valt Edmund Joensen aftur til formann og harvið hevur givið sera sambandsku linju hansara viðhald, er neyvan hugsandi, at sambandið yvirhøvur fer at kunna markera nakran front í valstríðnum. Sambandið er ?yt?. Gott tað sama. Við at tvíhalda um linjuna hjá Emdund Joensen hevur sambandsflokkurin meldað seg úr tí annars uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur at verða undan einum vali. Tað er rætt og slætt ikki inn longur at fasthalda alt tað gamla, sum sambandið við løgmanni á odda hevur staðið sum felagsnevnari fyri. Finnbogi Arge vildi reform á hesum økinum. Hann varð frystur út. Atli Hansen og aðrir sambandsmenn vilja broytingar, men vórðu fyri stórtapi á landsfundinum herfyri.


TAÐ er tí greitt, at taka vit spurningin um økt sjálvstýri ella loysing, so er valið í veruleikanum millum tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin. Tvs. her er talan um eitt val millum loysing og so eina heilt nýggja skipan fyri Føroyar, sum gevur okkum meiri sjálvstýri og harvið størri ábyrgd av okkum sjálvum. Fólkaflokkurin, sum ein skuldi trúð var ein sjálvstýrissinnaður flokkur, hevur fyri opnum sjónvarpsskíggja, eftir at valið varð útskrivað, sagt frá, at hann helst vil samstarva við sambandsflokkin. So vita vit tað. So veit veljarin tað.


TAKA vit búskaparliga politikkin, er greitt, at her kunnu veljararnir velja millum tjóðveldið og javnaðarflokk øðrumegin og so samband og fólkaflokk hinumegin. Veljarin sær , at fólkaflokkur og samband hóska væl saman . Hvussu og ikki so fer valið at snúgva seg um viðurskiftini millum FØ og DK og hvussu vit búskaparliga, vinnuliga, mentanarliga menna føroyska samfelagið.