TAÐ kom fullkomiliga óvart á allar tingmenn og alt Føroya fólk, tá Edmund Joensen í gjár skrivaði út nýval til løgtingið.
SAMBART nýggju stýrisskipanini hevur løgmaður henda rætt, men spurningurin er, um ikki løgmaður hevur misbrúkt rættin til at skriva út nýval, tá orsøkin fyri at gera hetta, er innanhýsis stríð í sínum egna flokki.
LØGMAÐUR sigur orsøkin til at hann hevur skrivað út val vera hana, at hann hevur frætt, at valfelagið hjá sambandsflokkinum í Eysturoynni skal hava ætlanir um at vraka hann sum formansevni til komandi landsfund. Felagið ynskir at fáa annan formann.
ÚT frá hesum skrivar Føroya løgmaður út val. Hvat í allari víðu verð hugsar maðurin fyri sær! Nú meðan Føroyar skulu til at føra eina tað mest álvarssomu samráðing nakrantíð við Danmark, tekur hann bráddliga alt Føroya fólk sum gíðsla. Hann letur tað nú upp til flokkarnar í einum valstríði at gera av, hvussu ein semja skal fáast um eina felags føroyska støðu, um somu tíð, sum hann tveitir alla ábyrgd frá sær. Tað rætta hevði verið, um løgmaður føldi, at hann ikki hevði nóg góða undirtøku, at hann tók seg úr sessinum og lat løgtingið at taka víðari avgerð í málinum. At brúka sína støðu sum løgmaður í einum innanhýsis stríði í sambandsflokkinum og at tveita Føroya fólk út í eitt nýval, tí ósemja er millum hansara egnu, er ábyrgdarleyst
NÚ tað hevur leikað so hart á í Tinganesi í fleiri ár, har fyrst javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni vegna samstarvstrupulleikar við løgmann, og síðani sjálvstýrisflokkurin varð tveittur á dyr og nú tað eisini hevur verið knas í millum sambandsformannin og landsstýrismenn fólkafloksins, so er tað kanska ikki so løgið, at hetta mátti henda. Nú er tað tó ikki orsakað av ósemjum við aðrar flokkar, at val verður útskrivað. Nú er egni flokkur løgmans orsøkin. Løgmaður skuldi eftir røttum havt útskrivað val fyri langari tíð síðani, men tað skuldi verið tí, at hann innsá, at hann megnaði ikki at stýra landinum.
EIN kann siga, at tað hóast alt hetta er gott at fáa reinsað luftina, men eftir okkara tykki er tað ikki sørt ábyrgdarleyst av løgmanni at skriva út val orsakað av innanhýsisstríði í sínum egna flokki, tá sera sera avgerandi samráðingar standa fyri framman.Tá hevði verið betri at latiðløgtingið málið, sum so kundi valt ein fyribils løgmann at staðið fyri samráðingum við danir. Men hent er hent. Og tí mugu vit so bara siga gott tað sama. So er tað uppá tíðina, at aðrir flokkar taka við.