UM somu tíð sum formaður javnaðarfloksins og nýggjur fólkatingsmaður ger skyldu sína mótvegis Føroyum við at gera danska forsætisráðharranum greitt, at hvørki hann ella nakar annar í Føroyum, fer at góðtaka eina fyri Føroyar vánaliga avtalu um bankasølu og skuld, so hevur Føroya løgmaður sett alla lagnu landsins uppá spæl.
NÚ løgmaður er kroystur í sínum egna flokki hevur hann valt at brúka vápn sítt at útskriva val. Hetta ger hann bert tríggjar dagar undan landsfundinum í sínum egna flokki. Hann hevur leingi vitað, at stór ónøgd er millum hansara egnu við hansara leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann hevur vitað um ætlaðu ?kvettroyndina? í sínum egna flokki leingi, og hevur tí eisini sett út í ?kortið? fyri lagnari tíð síðani. Fyri at fáa optimalt burtur úr sínum útspæli hevur hann lagt hetta beint undan landsfundinum.
OG ikki kann sigast annað enn, at hann hevur fyrireikað seg væl. Fyrsti trumfur hansara var at útskriva val. Næsti trumfurin var at taka seg aftur sum samráðingarleiðara við danir men framvegis verða sitandi sum løgmaður. Triðja trumfin spælir hann so út á landsfundinum. Tá fáa sambandsfólk at vita, at vraka tey hann, so eru tey eisini atvoldin til, at einki kemur burtur úr nøkrum samráðingum við danir. Men við at velja hann aftur til formann, so hava tey givið honum tað álit, sum skal til fyri at hann longu komandi mánadag kann ringja til Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast.
ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur út. Við hesum trumfinum í hondini kann løgmaður sannføra sín vilsta sambandsskara um, at við at geva sær fult mandat, so vil hann eisini lova, at hann sum løgmaður fær eina avtalu við danir, áðrenn fyrningarfreistin er úti, og tvs. áðrenn valið. Hetta skal so kunna savna sambandsflokkin, sum so skal kunna fáa æruna fyri at hava greitt bankamálið.
LØGMAÐUR fer so eisini at siga sínum sambandsskara frá, at hesin hevur valið millum seg (tvs. sambandsflokkin) ella javnaðarflokkin. Tí við at seta seg sterkan inn aftur í samráðingarleiðarasessin við danir, fer tað at taka luftina úr ballónini hjá Eidesgaard. Uppaftur ein trumfur hjá løgmanni vil so vera tann at seta so mikið stór krøv til Nyrup, at hesin fer at seta seg uppá bakbeinini. Tá kann sambandsleiðarin so vísa á, at javnaðarformaðurin fekk einki burtur úr fundi sínum við Nyrup.
TAÐ kann væl vera nakað soleiðis , at royndi kortspælarin Edmund Joensen hevur hugsað sær ?forløbið?. Hann hevur bara gloymt, at tað hann er farin í holt við er einki minni enn ein russisk roulette, har bæði hann sjálvur, sambandsflokkurin og alt Føroya fólk eru í vanda at liggja eftir á, tá avtornar. Men vinnur Edmund slagið, so er greitt, at Bjørn á Heygum fer at fylgja í fótafetunum á Finnboga Arge. Og tá kann løgmaður lena seg afturá og siga: hvat segði eg - vit hava ikki brúk fyri fólkafloksmonnum í sambandsflokkinum! Edmund Joensen hevur fyrr spælt kort síni væl. Men tað er ikki nokk at vera dugnaligur kortspælari. Tú skal eisini hava eydnuna við tær. Men at gambla við Føroya framtíð fyri at kunna varðveita sítt politiska sess er einki minni enn ábyrgdarloysi. Um somu tíð frætta vit frá fundinum millum Eidesgaard og Nyrup. Nú var ongantíð ætlanin við hesum at gera eina avtalu, tí hana kann bert landsstýrið gera. Eidesgaard hevur gjørt Nyrup púra greitt, hvørji minstakrøv føroyingar hava. Vísir tað seg, at Nyrup ikki fer at liva upp til andan í tí skjali hann og Eidesgaard hava skrivað undir, so er greitt, Eidesgaard til ta tíð fer at fella eina javnaðarstjórn, tá fyrsta høvið býðst.