hava verið frammi um at loysa málið. Býráðið hevur avgjørt at halda fram við at fylla út í Ánunum, har nýggj góðshavn er við at taka skap, men tað hevur eisini verið skotið upp, at vestara havnaøkið verður [...] hjá Klaksvíkar kommunu hevur tikið stig til at kanna alt økið fram við vágni fyri at bøta um trupulleikarnar við plássi. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, at bingjur nú verða settar í miðbýnum, tí plásstrot [...] fram til fleiri áhugaverdar møguleikar fyri at fáa meiri pláss, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann gjørdi í blaðnum í gjár greitt, at miðbýurin skal ikki brúkast sum bingjupláss.
næmingarnir sleppa at royna seg, og at teir fáa møguleikan at menna seg. Skúlin leggur upp til, at næmingarnir sleppa at brúka bæði bókligu og handaligu vitanina í tvørfakligum uppgávum. Leygardagin hevur Tekniski [...] úr øllum landinum, og møguleiki er at búgva á skúlaheiminum, sum hoyrir til skúlan. Munurin millum teknisku studentsútbúgvingina og hinar miðnámsútbúgvingarnar er, at størri dentur verður lagdur á verkligu [...] sleppa at royna seg við timbri, el, á maskinverkstaði og í starvsstovu. Næmingarnir hava stóra ávirkan á, hvussu útbúgvingin fer fram, tí tað eru nógvir valmøguleikar. Skúlin leggur dent á, at næmingarnir
ætlar Jónleif sær ikki at spæla í fyrsta umfari, men hann ætlar sær tó at vera tøkur, um so er, at tørvur er á honum. Sáttmálin millum Kyndil og Jónleif Sólsker er fyrsta umfari settur at umfata eitt kappingarár [...] og sjálvur heldur hann, at talan er um eina spennandi avbjóðing. Jónleif sigur annars um komandi árið, at talan helst verður um á leið sama fólkið, sum í fjør var við til at vinna bronsumerki til Kyndil [...] vøllinum, er tíðin hjá hondbóltsfeløgunum at brynja seg til komandi kappingarár, og fyri summi av hesum er longu komið á mál. Millum annað er longu greitt, at Páll Poulsen komandi ár skal venja menninar
elag, tí tað er har, at kollfirðingarnir eru limir. ? Men vit fáa onki svar frá Tórshavnar Býráð. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðafelag fer tí at viðgera spurningin um at fara í verkfalli ímóti [...] felag heldur, at tað er óheppið, at arbeiðsfólk í somu kommunu eru undir tveimum sáttmálum. Hetta varð tó afturvíst. Men fyri tað valdar ikki friður um málið. Ingeborg Vinther sigur, at Tórshavnar Kommuna [...] Stríðið um arbeiðsfólkið í Kollafirði er ikki av enn. Tvørturímóti er vandi nú fyri, at stríðið er í ferð við at harnað um, hvørjum felag arbeiðsfólkið í Kollafirði skulu vera limir í. Kollafjarðar A
ber út leygardagsútgávurnar. Men fyri at tað skal loysa seg at hava sítt egna útberarafelag, noyðast bløðini at skipa útberingina soleiðis, at útberarafelagið fer at bera út fleiri útgávur enn bara leyg [...] heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt at veita Postverkinum tilskot til hetta. Í Danmark og í øðrum londum er heilt vanligt, at tilskot verður latið postverkunum til at bera út bløðini. Játtanin á donsku [...] lag. Men kann Postverkið gerast ført fyri at bera bløðini út um kvøldið, somuleiðis sum tað aftur kann bera tey út leygardag, eru bløðini meira enn sinnað at halda fram sum kundar hjá Postverkinum. Hetta
stjóri fyri leitingini í føroyskum øki. Teir fara tí at bíða við at seta fleiri fólk á skrivstovuni fyrr enn tað nærkast tíðini, tá teir fara at bora. Kortini verður brúk fyri fólki á skrivstovuni og verður [...] hevur royndir at bora á djúpum vatni fleiri staðni í heiminum og metir tað ikki sum nakran trupulleika at fáa fatur á einum boripalli til ta tíð. Nú oljufeløgini siga frá, nær og hvar tey fara at bora, hevur [...] Felagið, sum hevur bundið seg til at bora ein brunn í loyvinum tað hevur fingið saman við føroyska felagnum Føroya Kolvetni, fer ikki at bora fyrr enn í ár 2002 sigur Ron Lansdell, ið er settur sum stjóri
annars leingi verið at hoyrt, at hesir báðir skuldu fara til Havnar, men ikki fyrr enn nú, er alt endaliga komið upp á pláss hesum viðvíkjandi. Kristian á Neystabø sigur, at teir rokna við at fáa stóra gleði [...] hann aftur at síggja í B68, men nú er so staðfest, at steðgurin har ikki gjørdist drúgvur. Heðin á Lakjuni telist helst millum mest evnaríku leikarar í landinum, og í B36 ivast tey ikki í, at hetta er góður [...] leikarunum, og ivast heldur ikki í, at B36 við hesum fer styrkt undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Arnbjørn Danielsen hevur áður spælt við B36, og var í 1997 við til at vinna fyrsta FM-heiti felagsins
við Blair. ? Eg vænti, at eg antin týsdagin ella mikukvøldið sleppi at hitta Blair sjálvan, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins sigur, at tað hevur verið vanligt, at formenn fyri føroyska [...] sagt, at flokkurin kennir tað sum eina æru at bjóða honum við til árskongressina í ár. Hittir Blair Skráin fyri árskongressina er ikki endaliga løgd enn, men tó hevur Jóannes Eidesgaard fingið at vita, [...] landsfundir hjá brøðraflokkunum í Danmark og Íslandi. Men hetta er fyrstu ferð, at hann nakar frá Javnaðarflokkinum er boðin at hitta formannin í bretska Labour flokkinum. Jóannes Eidesgaard er einaferð áður
landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring, í felag skipa fyri. Tað er soleiðis, sigur Sláið Ring, at felagið útlisiterar dansináttina, so at siga. Tað vil siga, at ymsu dansifeløgini í landinum [...] Ivaleyst fer eisini her at verða kapping um at sleppa framat. Tað eru 16 dansifeløg, sum eru limir í landsfelagnum Sláið Ring. Og tað er við tí fyri eyga at fáa hesi feløg meira aktiverað, at skipað verður soleiðis [...] tað Sumbiar Dansifelag, sum fer at verða vertur. Tað merkir í stuttum, at sumbingar leggja fyri hetta kvøldið. Men so verður annars, sum vanligt er í føroyskum dansi, at hvør byrjar, sum fyrstur og sterkastur
um, men tað er rættiliga sannlíkt, at endamálið er at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Líkt er til, at henda greinarøð hevur fingið danskar politikkarar at seta spurningar og krevja kanningar [...] teirra. Tað er sera umráðandi, at landsins myndugleikar nú staðiliga koma til orðanna og taka allan iva burtur um avtaluna frá 1992. Umráðandi er at fáa sligið fast, at henda avtala undir ongum umstøðum [...] undirgrundini. Men tað er sanniliga eisini líkt til, at bæði ávísir politikkarar og nú eisini embætisfólk her heima sáa iva um hesa avtalu og siga, at danskir myndugleikar kunnu taka málsøkið aftur, tí