B36 styrkir seg

Komandi ár spæla bæði Arnbjørn Danielsen og Heðin á Lakjuni við B36. Hesum hevur formaður felagsins, Kristian á Neystabø nú boðað frá.

Tað hevur annars leingi verið at hoyrt, at hesir báðir skuldu fara til Havnar, men ikki fyrr enn nú, er alt endaliga komið upp á pláss hesum viðvíkjandi.

Kristian á Neystabø sigur, at teir rokna við at fáa stóra gleði av leikarunum, og ivast heldur ikki í, at B36 við hesum fer styrkt undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.

Arnbjørn Danielsen hevur áður spælt við B36, og var í 1997 við til at vinna fyrsta FM-heiti felagsins í 35 ár. Í fjør var hann aftur at síggja í B68, men nú er so staðfest, at steðgurin har ikki gjørdist drúgvur.

Heðin á Lakjuni telist helst millum mest evnaríku leikarar í landinum, og í B36 ivast tey ikki í, at hetta er góður fongur hjá felagnum. Orsøkin til skiftið, er fyrst og fremst, at Heðin nú flytir til Havnar.

Venjaraspurningurin hjá B36 er nú eisini avgreiddur, og verður tað Piotr Krakowski, sum skal taka sær av hesum. Í fjør byrjaði Piotr sum hjálparvenjari, men eftir at sviin, Pelle Anderson, samdist við felagið um at gevast, stóð póllendingurin við stýrisvølin seinastu dystirnar á árinum.