Agip letur upp skrivstovu

Italska oljufelagið Agip, sum hevur fingið leitloyvi í Føroyum, fer í næstum at lata upp skrivstovu í Havn. Hetta verður helst í november.

 

Felagið, sum hevur bundið seg til at bora ein brunn í loyvinum tað hevur fingið saman við føroyska felagnum Føroya Kolvetni, fer ikki at bora fyrr enn í ár 2002 sigur Ron Lansdell, ið er settur sum stjóri fyri leitingini í føroyskum øki.

Teir fara tí at bíða við at seta fleiri fólk á skrivstovuni fyrr enn tað nærkast tíðini, tá teir fara at bora. Kortini verður brúk fyri fólki á skrivstovuni og verður í hesum sambandi søkt eftir fólki júst í hesum døgum. Agip hevur royndir at bora á djúpum vatni fleiri staðni í heiminum og metir tað ikki sum nakran trupulleika at fáa fatur á einum boripalli til ta tíð.

Nú oljufeløgini siga frá, nær og hvar tey fara at bora, hevur Agip gjørt av at kalla sítt prospekt, tvs. øki í undirgrundini, sum teir fara at seta borin í, fyri "Marimas".

Ron Lansdell vil einki siga um, antin teir eru í samráðingum við onnur oljufelag, sum kunnu hugsa sær at vera við í samtakinum, sum Agip er operatørur fyri.

Hvat viðvíkur oljuútgerðarhavnini so metir Agip tað vera mest umráðandi at velja eina havn, sum hóskar best til tekniska og logistiska tørvin hjá felagnum og sum búskaparliga er tað skilabesta valið.