Fakfelagsstríð
Stríðið um arbeiðsfólkið í Kollafirði er ikki av enn. Tvørturímóti er vandi nú fyri, at stríðið er í ferð við at harnað um, hvørjum felag arbeiðsfólkið í Kollafirði skulu vera limir í.
Kollafjarðar Arbeiðarafelag er limur í Føroya Arbeiðarafelag. Men nú Kollafjørður kom upp í Havnina, vildi Havnar Arbeiðsmannafelag hava arbeiðsmenninar í Kollafjørði sum limir.
Havnar Arbeiðsmannafelag heldur, at tað er óheppið, at arbeiðsfólk í somu kommunu eru undir tveimum sáttmálum.
Hetta varð tó afturvíst. Men fyri tað valdar ikki friður um málið.
Ingeborg Vinther sigur, at Tórshavnar Kommuna vil ikki betala Føroya Arbeiðarafelag limagjald, eftirløn og lívstrygging hjá arbeiðsfólki í Kollafirði.
Hetta sama er galdandi fyri dagrøktararnar í Kollafirði, sum eisini eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at hon hevur fleiri ferðir gjørt býráðnum varugt við hetta og at limagjaldið, eftirlønin og lívstryggingin hjá arbeiðsfólkið og dagrøktarum í Kollafirði skal betalast til Føroya Arbeiðarafelag, tí tað er har, at kollfirðingarnir eru limir.
? Men vit fáa onki svar frá Tórshavnar Býráð.
Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðafelag fer tí at viðgera spurningin um at fara í verkfalli ímóti Tórshavnar Kommunu. Hon sigur, at fáast viðurskiftini ikki í rættlag nú, verður arbeiðið helst niðurlagt til Tórshavnar Kommuna hevur fingið viðurskiftini í rættlag.