Jónleif skal venja Kyndil

Alt fleiri av hondbóltsfeløgunum hava nú loyst venjaraspurningin til komandi kappingarárið

 

Hondbóltur


Meðan fótbóltsfeløgini stríðast á vøllinum, er tíðin hjá hondbóltsfeløgunum at brynja seg til komandi kappingarár, og fyri summi av hesum er longu komið á mál.

Millum annað er longu greitt, at Páll Poulsen komandi ár skal venja menninar hjá VÍF, meðan Sophus Dal-Christiansen skal venja neistakvinnurnar, eftir at hann í fjør vandi menninar hjá Kyndli.

Kyndil stendur tó á ongan hátt uttan venjara til menninar. Jónleif Sólsker, sum í fjør aftur leikti við Kyndli, verður komandi kappingarárið venjari hjá mansliðnum, og sjálvur heldur hann, at talan er um eina spennandi avbjóðing.

Jónleif sigur annars um komandi árið, at talan helst verður um á leið sama fólkið, sum í fjør var við til at vinna bronsumerki til Kyndil. Einasta ivamalið tykist vera málverjin, tí Jens á Skipagøtu undir ongum umstøðum tykist verða tøkur alt kappingarárið, tá hann skal av landinum í lestrarørindum.

Sjálvur ætlar Jónleif sær ikki at spæla í fyrsta umfari, men hann ætlar sær tó at vera tøkur, um so er, at tørvur er á honum.

Sáttmálin millum Kyndil og Jónleif Sólsker er fyrsta umfari settur at umfata eitt kappingarár.

Annars stendur at lesa á heimasíðuni hjá Kyndli, at Rógvi Nielsen komandi árið skal venja kvinnuliðið hjá felagnum, men sum vit hava skilt, kennist Rógvi sjálvur ikki við hesi tíðindi.