Klaksvík: Tekniska nevnd hjá Klaksvíkar kommunu hevur tikið stig til at kanna alt økið fram við vágni fyri at bøta um trupulleikarnar við plássi.
Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, at bingjur nú verða settar í miðbýnum, tí plásstrot er á vestara havnalagi.
? Vit hava júst havt ein fund, har vit hava gjøgnumgingið øll umráðini við vágna, og vit hava funnið fram til fleiri áhugaverdar møguleikar fyri at fáa meiri pláss, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann gjørdi í blaðnum í gjár greitt, at miðbýurin skal ikki brúkast sum bingjupláss.
Fylla út vestaru megin
Málið um plásstrot á havnalagnum í Klaksvík hevur fleiri ferðir verið viðgjørt í býráðnum, og fleiri hugskot hava verið frammi um at loysa málið.
Býráðið hevur avgjørt at halda fram við at fylla út í Ánunum, har nýggj góðshavn er við at taka skap, men tað hevur eisini verið skotið upp, at vestara havnaøkið verður víðkað við útbyggja tað norðureftir.
Nýggjasta hugskotið, tá talan er um vestara havnalag, er at fylla krókin sunnanfyri Northern Fish Cold Storage út.
? Hesir krókurin verður sum er ikki brúktur til nakað skilagott, og tí er tað helst gott hugskot at fylla hann út. Vit høvdu fingið eitt gott kaiøki burtur úr tí, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.