Bløðini fáa í dag ikki ta tænastu frá Postverkinum, sum tey ynskja. Tí hava tey bæði stóru bløðini sligið seg saman um eitt felag, ið ber út leygardagsútgávurnar.
Men fyri at tað skal loysa seg at hava sítt egna útberarafelag, noyðast bløðini at skipa útberingina soleiðis, at útberarafelagið fer at bera út fleiri útgávur enn bara leygardagsblaðið umframt annan adressuleysan post.
Hetta kann gerast ein hóttan móti Postverkinum, sum hevur bløðini og addressuleysan post sum høvuðsinntøkugrundarlag.
Men kann Postverkið gerast ført fyri at bera bløðini út um kvøldið, somuleiðis sum tað aftur kann bera tey út leygardag, eru bløðini meira enn sinnað at halda fram sum kundar hjá Postverkinum.
Hetta hava Dimmalætting og Sosialurin greitt landsstýrismanninum í vinnumálum frá, og skilir hann væl støðuna.
? Tá Postverkið er komið á rætt kjøl, fari eg at taka spurningin um tilskot til útbering av bløðunum upp, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Landsstýrismaðurin metir tað hava týdning, at eisini útoyggjarnar fáa bløðini til hóskandi tíð. Hetta hevur eitt privat útberarafelag ikki ráð til. Tí heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt at veita Postverkinum tilskot til hetta.
Í Danmark og í øðrum londum er heilt vanligt, at tilskot verður latið postverkunum til at bera út bløðini. Játtanin á donsku fíggjarlógini í ár til hetta endamál er 450 milliónir krónur.









