Frá 30. september til 4. oktober í ár skal formaður Javnaðarfloksis vera gestur á árskongressini hjá stóra stjórnarflokkinum í Bretlandi, Labour.
Jóannes Eidesgaard fekk nýliga bræv frá skrivstovuni hjá Labour, har tað millum annað verður sagt, at flokkurin kennir tað sum eina æru at bjóða honum við til árskongressina í ár.
Hittir Blair
Skráin fyri árskongressina er ikki endaliga løgd enn, men tó hevur Jóannes Eidesgaard fingið at vita, at kongressin verður sett sunnudagin 30 september á middegi og varir til hóskvøldið 4. oktober. Týsdagin seinnapart skal Tony Blair halda røðu, sum verður uppfylgd av einum spurnarorðaskifti, og mikukvøldið skulu gestir úr brøðraflokkum eta saman við Blair.
? Eg vænti, at eg antin týsdagin ella mikukvøldið sleppi at hitta Blair sjálvan, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins sigur, at tað hevur verið vanligt, at formenn fyri føroyska Javnaðarflokkin er bodnir á landsfundir hjá brøðraflokkunum í Danmark og Íslandi. Men hetta er fyrstu ferð, at hann nakar frá Javnaðarflokkinum er boðin at hitta formannin í bretska Labour flokkinum.
Jóannes Eidesgaard er einaferð áður boðin á fund við Labour. Hesin var í Glasgow fyrr í ár, men hann hevði ikki møguleika at fara til tann fundin. Men í november ætlar hann sær at møta upp, sigur hann.