smádreingir ásanna, at teir vóru farnir dekan ov langt við skemti sínum. Ein bólkur av dreingjum gekk og stuttleikaði sær í Berjabrekku við at fremja ymisk smærri skálkabrøgd. Eitt nú við at banka upp á hurðar [...] fólki. Í einum føri dugdi eigarin av eini íbúð tó ikki at síggja tað heilt stuttliga í hesm. Hann kom út eftir dreingjunum, og tó at teir flestu náddu at flýggja, so fekk maðurin fatur í einum teirra beint [...] Politistøðini verður sagt, at tey fegin vilja hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð tilburðin seinasta mánakvøld. Sagt verður, at hendingin fór fram millum kl. 20.30 og 21.30, og at talan var um ein mann í
á sjúkrahúsið at síggja tær báðar smáu. Har greiddu læknarnir frá, at tað er einki, sum bendir á, at tær fara at fáa nakað mein av, at tær vórðu føddar so tíðliga. Teir upplýstu eisini, at Rumaisa vigar [...] komin í 26. viku. Kanningar høvdu avdúkað, at mamman hevði alt ov høgt blóðtrýst, og læknarnir stúrdu fyri, at børnini kundu fáa mein av tí. Tí bleiv avgjørt at taka tey við keisaraskurði. Fyrradagin vórðu [...] vigar góð tvey pund nú. Foreldrini greiddu tíðindafólkunum frá, at navnið Rumaisa merkir "hvít sum mjólk", og at Hiba merkir "gáva frá Guði".
P/F Reyni Service at keypa økið sunnanfyri bilasøluna hjá P/F Meinhardti Arge við Oyggjarvegin. Eivind av Reyni, stjóri, sigur, at bilasølan í fjør minkaði við umleið 20%, og tey vænta, at minkingin í ár [...] ár eisini fer at verða eini 20%. Spurdur, hvussu gingist hevur við bilasøluni hjá Reyni Service, sigur hann, at minkingin hjá teimum hevur fylgt miðaltalinum, t.v.s. at sølan er minkað við umleið nevndu [...] minking, og vit mugu bara ásanna, at vit hava mist sama marknaðarpart sum hinir, ið selja bilar. Vit teljast millum tær stóru bilasølurnar í landinum, og tí er ikki undarligt, at vit eisini missa sama marknaðarpart
Føroyar fyri at royna hetta, og tí er gott at geva teimum henda møguleikan, sigur Klæmint Hansen. Hann leggur afturat, at teir serliga vænta, at hetta er nakað fyri útlendingar, men hann vónar, at føroyingar [...] og í summar er ætlanin, at báturin skal nýtast innan føroysku ferðavinnuna. Ætlanin hjá eigarunum er at nýta bátin til fiskitúrar. - Tað eru nógv fólk í heiminum, sum dáma væl at fiska á opnum havi. Nógv [...] Hansen. - Nei, vit brúkta hann so at kalla einki í ferðavinnuni, men hetta var heldur ikki ætlanin. Í fjør skuldu vit bara hava øll loyvini í lagi, og so ætlaðu vit at taka lut í havfiskikappingini hjá
viðmerking, at endamálið við at keypa seg inn í hetta nýggja loyvið í Norðsjónum er partur av virknu royndunum hjá felagnum at vera við í leitiprojektum, sum mugu metast at hava høga góðsku og at kunna vera [...] 30/23b. Ætlanin er at bora brunn í loyvinum. Í løtuni verður umsóknin at ”farma” inn í loyvið viðgjørt av bretsku orkumyndugleikunum, DTI. Tá endaliga loyvið er komið uppá pláss fer Endavour at eiga 45%, Svenska [...] leiðum. Hann sigur, at boringin í Balgownie leitiprospektinum er ein partur av samlaðu boriverkætlanini hjá felagnum, sum fevnir um sjey brunnar. –Vit síggja fram til at seta borin í og at arbeiða tætt saman
almenna at tryggja, at hesin dýrgripur ikki verður seldur privatum saman við bankanum. Verða listaverkini seld saman við bankanum, bendir alt á, at verkini fara av landinum. Nýggir eigarar fara ikki at hava [...] Danmark, har áhugin fyri at savna list eftir okkara klassikarar er sera stórur. Her eigur tí nakað at verða gjørt. Her eiga allir flokkar og allar góðar kreftir at standa saman til tess at tryggja eina sømiliga [...] fólk. Tað er tí ikki óhugsandi, at ein nýggjur eigari skjótast vil umseta listaverkini til reiðan pening og so verða tey seld. Keypararnir vilja í flestu førum vera at finna uttanlands, serstakliga í Danmark
varð spurdur av landsliðsvenjaranujm, um eg hevði hug at spæla fyri føroyska landsliðið. Sjálvur haldi eg ikki, at eg eri somikið gamal, at eg havi ráð at lata ein slíkan møguleika fara framvið. - Men reglurnar [...] fólk eisini eru farin at tosa um møguleikan fyri at hava hann á føroyska manslandsliðnum. Og ungur at siga nei-takk Sjálvur hevur Marian so avgjørt heldur einki ímóti hesum. Tvøtur ímóti, so hevur verið arbeitt [...] um, at besti málverjin í føroyskum manshondbólti eitur Marian Cirloganescu. StÍF hevur nú í fleiri ár verið ein av fremstu garantunum fyri árligu steypaveitsluni hjá StÍF. Ja, í somikið nógv ár, at fólk
løgmaður ikki roynir at ávirka samgonguna, er tað hansara avgerð. Óli Breckmann metir ikki, at hetta eigur at vera orsøk til øsing og spjaðing í samgonguni, og tað metir hann heldur ikki, at tað er. Spurdur [...] Rana í Útvarpi Føroya sunnudagin. Óli metir, at løgmaður hevur fullan rætt sjálvur at velja, á hvørjum tiltøkum hann luttekur, og tí er ikki grundarlag at biðja løgmann koma við umbering. Umboðar ikki [...] hann hevði gjørt, um hann sum løgmaður varð biðin um at røða á slíkum tiltaki, drálar Óli. - Eg meti ikki, at tey nakrantíð høvdu biðið júst meg komið at tala á slíkum tiltaki, sigur ultrakonservatisturin
Somikið nógv, at fólk brádliga eru farin at tosa um europeiska luttøku til felagið. Sjálvur vildi venjarin hjá liðnum tó ikki tosa so nógv um hendan partin, men hann duldi ikki fyri, at hann er nøgdur [...] tað væntandi, at ein niðurtúrur fór at koma. Seinastu tíðina hava vit hinvegin vant meira taktiska venjing, og tað hevur so eisini givið okkum eyka yvirskot í dystunum, helt hann. - Men at tosa um Europa [...] taka ein dyst í senn, og so vóna vit, at vit kunnu skava neyðugu stigini saman. So mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur. Sunnudagin var einki at ivast í, at júst GÍ-venjarin átti sín lut í tosinum
CUP Støðutalvan í 1. deild boðar frá, at toftamenn hava nógv at hugsa um, nú tá ið tað nærkast seinnu helvt. Avrikið hóskvøldið kundi bent á, at tað kanska fer at liggja betri fyri, enn tað higartil hevur [...] miðverjuni, og í onkrum glottum sást, at tað kanska fer at fáast nytta burturúr bulgaranum Stanislav Stankov, sum var á miðvøllinum. Mest spennandi tykist vera, hvussu tað fer at hilnast hjá brasilska álopsmanninum [...] Casthillio Andersson. At hann er komin á liðið, heldur liðformaðurin, Øssur Hansen, hava stóran týdning: - Hann tykist megna nógv sjálvur. Trupulleikin hjá okkum hevur ofta verið, at tað hevur ikki altíð