Løgmaður ræður sjálvur

- Løgmaður hevur fullan rætt at velja, hvørji tiltøk hann luttekur á, og vit fara so ikki at biðja hann koma við eini umbering, so leingi Jóannes Eidesgaard ikki áleggur samgonguni nakað, sigur fólkaflokstingmaðurin Óli Breckmann um luttøku løgmans í Grasagarði

Fyrrverandi formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breckmann, tekur ikki undir við hvøssu atfinningunum hjá Jenisi av Rana í Útvarpi Føroya sunnudagin. Óli metir, at løgmaður hevur fullan rætt sjálvur at velja, á hvørjum tiltøkum hann luttekur, og tí er ikki grundarlag at biðja løgmann koma við umbering.

Umboðar ikki samgonguna
Óli Breckmann tulkar tað soleiðis, at Jóannes umboðaði ongan annan enn seg sjálvan í Grasagarði undir tiltakinum hjá Friðarboganum, men setir Óli tó nakrar treytir.
- So leingi, løgmaður ikki áleggur samgonguni at taka undir við einum ávísum politikki, sum t.d. rættvísger skrásett parlag, adoptiónsrætt og kirkjuliga vælsigning, kann hann ikki kritiserast fyri sína avgerð, sigur fyrrverandi formaðurin í tingbólki Fólkafloksins. Óli metir tað vera grundleggjandi skeivt, um ein bólkur ger seg inn á náttúrunnar gongd og náttúrunar lógir, og so leingi, løgmaður ikki roynir at ávirka samgonguna, er tað hansara avgerð.
Óli Breckmann metir ikki, at hetta eigur at vera orsøk til øsing og spjaðing í samgonguni, og tað metir hann heldur ikki, at tað er. Spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann sum løgmaður varð biðin um at røða á slíkum tiltaki, drálar Óli.
- Eg meti ikki, at tey nakrantíð høvdu biðið júst meg komið at tala á slíkum tiltaki, sigur ultrakonservatisturin skemtandi.