Við bankabjargingunum gjørdust báðir bankar almennar ognir og vórðu lagdir saman í ein almennan banka, Føroya Banka. Hesin stovnur skal nú einskiljast og tað er tú upplagt at støða verður tikin til tær umleið túsund myndirnar, sum hanga í bankanum ella liggja trygt í bankans boksum. Hesar myndir eru føroyskir mentanargripir. Hesir gripir kunnu ikki javnmetast við annað innbúgv í bankanum, sum sjálsvagt verður selt við. Føroya fólk eigur bankan og Føroya fólk eigur mentanargripirnar. Tað er skylda hins almenna at tryggja, at hesin dýrgripur ikki verður seldur privatum saman við bankanum.
Verða listaverkini seld saman við bankanum, bendir alt á, at verkini fara av landinum. Nýggir eigarar fara ikki at hava somu kenslur fyri verkunum, sum verandi eigari, Føroya fólk. Tað er tí ikki óhugsandi, at ein nýggjur eigari skjótast vil umseta listaverkini til reiðan pening og so verða tey seld. Keypararnir vilja í flestu førum vera at finna uttanlands, serstakliga í Danmark, har áhugin fyri at savna list eftir okkara klassikarar er sera stórur. Her eigur tí nakað at verða gjørt. Her eiga allir flokkar og allar góðar kreftir at standa saman til tess at tryggja eina sømiliga loysn, soleiðis, at hesin mentanargripur verða verandi fólksins ogn.
Sosialurin