Komet

Klæmint Hansen er skipari og ein av eigarunum av bátinum, Komet, sum hevur sítt heim í Klaksvík. Komet bleiv keyptur í fjørsummar, og ætlanin var av fyrstan tíð at nýta bátin til ferðavinnuna.

Í fjør bleiv báturin tó mest sum slett ikki nýttur í ferðavinnuni, sigur Klæmint Hansen.

- Nei, vit brúkta hann so at kalla einki í ferðavinnuni, men hetta var heldur ikki ætlanin. Í fjør skuldu vit bara hava øll loyvini í lagi, og so ætlaðu vit at taka lut í havfiskikappingini hjá Smyril Line. Endaligu loyvini komu eisini í rættlag seint í juni, og so var báturin klárur til havfiskikappingina.

Nú er á leið eitt ár liðið, síðani Komet bleiv keyptur, og í summar er ætlanin, at báturin skal nýtast innan føroysku ferðavinnuna. Ætlanin hjá eigarunum er at nýta bátin til fiskitúrar.

- Tað eru nógv fólk í heiminum, sum dáma væl at fiska á opnum havi. Nógv koma bert til Føroyar fyri at royna hetta, og tí er gott at geva teimum henda møguleikan, sigur Klæmint Hansen.

Hann leggur afturat, at teir serliga vænta, at hetta er nakað fyri útlendingar, men hann vónar, at føroyingar eisini fara at vísa áhuga fyri hesum.

Túrarnir hjá Komet vera annars serliga gjørdir úr Klaksvík, men um fólk hava onnur ynski, so kunnu hesi eisini uppfyllast. Um fólk vilja hava meir at vita um Komet, so kunnu tey fara inn á heimasíðuni www.komet.fo.