Gøtumenn, sum fyri bara tveimum mánaðum síðani vóru dekan ov nær niðaru strikuni á stigatalvuni, hava veruliga gjørt um seg síðani summarsteðgin. Somikið nógv, at fólk brádliga eru farin at tosa um europeiska luttøku til felagið.
Sjálvur vildi venjarin hjá liðnum tó ikki tosa so nógv um hendan partin, men hann duldi ikki fyri, at hann er nøgdur um gongdina seinastu umførini.
- Vit vandu sera hart fyrstu fýra mánaðirnar í ár, og tí var tað væntandi, at ein niðurtúrur fór at koma. Seinastu tíðina hava vit hinvegin vant meira taktiska venjing, og tað hevur so eisini givið okkum eyka yvirskot í dystunum, helt hann.
- Men at tosa um Europa er alt ov tíðliga enn. Vit taka ein dyst í senn, og so vóna vit, at vit kunnu skava neyðugu stigini saman. So mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur.
Sunnudagin var einki at ivast í, at júst GÍ-venjarin átti sín lut í tosinum eftir dystin, og tað var sjálvsagt brotssparkið, sum fólk trætaðust dúgliga um. Men sjálvur hevði hann so als ongan hug at leggja seg út í hetta málið.
- Eg fari ikki at meta um, hvørt talan var um brotsspark ella ikki. Dómarin hevur dømt, og tað er so tað, staðfesti Krzystof Popczynski at enda.










