Rumaisa Rahman varð borin í heim á Loyola University Medical Center í amerikanska býnum Marywood fyri trimum mánaðum síðani. Sama dag kom tvíburðarsystir hennara, Hiba, í verðina.
Nú tríggjar mánaðir seinni eru tær báðar komnar so mikið fyri seg, at tær sleppa heim til foreldrini, sum eru av indiskum upp-runa, skrivar AP.
Rumaisa vigaði bara 243,8 gram og var 25 centimetrar long, tá hon varð fødd. Hon vigaði sostatt 36,8 gram minni enn tann higartil minsti nýføðingurin, sum kom í verðina á tí sama sjúkrahúsinum fyri 15 árum síðani. Tvíburðarsystirin Hiba var eisini lítil. Hon vigaði 567 gram.
Tær báðar genturnar vórðu føddar, tá mamman var komin í 26. viku. Kanningar høvdu avdúkað, at mamman hevði alt ov høgt blóðtrýst, og læknarnir stúrdu fyri, at børnini kundu fáa mein av tí. Tí bleiv avgjørt at taka tey við keisaraskurði.
Fyrradagin vórðu fjølmiðlarnir bodnir á sjúkrahúsið at síggja tær báðar smáu. Har greiddu læknarnir frá, at tað er einki, sum bendir á, at tær fara at fáa nakað mein av, at tær vórðu føddar so tíðliga. Teir upplýstu eisini, at Rumaisa vigar góð tvey pund nú.
Foreldrini greiddu tíðindafólkunum frá, at navnið Rumaisa merkir "hvít sum mjólk", og at Hiba merkir "gáva frá Guði".