Seinasta mánakvøld máttu nakrir smádreingir ásanna, at teir vóru farnir dekan ov langt við skemti sínum. Ein bólkur av dreingjum gekk og stuttleikaði sær í Berjabrekku við at fremja ymisk smærri skálkabrøgd. Eitt nú við at banka upp á hurðar hjá fólki.
Í einum føri dugdi eigarin av eini íbúð tó ikki at síggja tað heilt stuttliga í hesm. Hann kom út eftir dreingjunum, og tó at teir flestu náddu at flýggja, so fekk maðurin fatur í einum teirra beint uttan fyri Mylnuna.
Somikið harðligur var maðurin við 14 ára gamla dreingin, at hesin eftir tilburðin hevur meldað fyri harðskap. Talan hevur ikki verið um beinleiðis fysiskan skaða, men drongurin kendi seg heilt illa kroystan, og hevur fingið ein ordans skelk. Og á løgreglustøðini verður sagt, at frágreiðingin hjá dreinginum er av slíkum slag, at løgreglan kannar málið, sum var talan um harðskapsmál.
Løgreglan hevur eisini tosað við mannin, sum skal hava framt harðskapin, men enn stendur orð móti orði, tí eingin annar hevur sæð tilburðin.
Av Politistøðini verður sagt, at tey fegin vilja hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð tilburðin seinasta mánakvøld. Sagt verður, at hendingin fór fram millum kl. 20.30 og 21.30, og at talan var um ein mann í 30?unum, sum var ílatin eina bláa ketilsdrakt og húgvu.










