Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um nøkur skip, sum høvdu heimstað í Eysturoy. Síðan fóru teir hvør til sítt ? og endaðu við tveimum skipum í part. Soleiðis hevur Bjarni átt Safir og [...] Smaragd, hava fingið í boði at sigla við skipunum, nú tey enda í Klaksvík. Tríggjar manningar hava verið knýttar at Safir og Smaragd, og seks mans hava verið umborð á hvørjum skipi í senn. - Eg vil siga [...] manningin hevur stríðst og strevast fyri ov lítið av peningi í mun til arbeiði umborð. Nógvur og smáur upsi hevur verið at fingið í vetur og í vár, og hetta hevur verið strævið hjá manningunum, sum hava
kanska serliga í Íslandi, er í stórari menning. Tann stóra inntøkan kemur kanska frá farmi, men hvørjir inntøkumøguleikar er ringt hjá leikfólki at siga, tí roknskapurin, sum varð kunngjørdur í tíðindaskrivi [...] organiserað og komu tí ikki undir vanligar ásetingar í samband við uppsagnir - fráboðan, uppsagnartíð, arbeiðið í uppsagnartíð og onnur rættindi - sum eru í sáttmálum millum løntakarar og arbeiðsgevarar. Eitt [...] nýggju leiðsluni greitt, og hon hevur eisini stungið ein nýggjan rakstrarpolitiikk út í kortið, sum vónandi fer at bera í sær, at ferðafólkatalið fer at økjast - at tey ferðandi fara at brúka meiri og eisini
Tjóðveldisflokkurn bleiv settur í samband við alla ólukku, oddagreinirnar høvdu úr at gera at deila Tjóðveldisflokkin í ymiskar bólkar og innanhýsis viðurskiftini vóru í Tjóðveldisflokkinum. Og nú eru eina [...] kjak um blokkin verður sett á dagsskránna. Synd í samgonguni....?? Norðuratlantsbólkurin skal hava rós fyri at fáa slíka ráðstevnu í lag. At Sosialurin tosar um óskrivaðar lógir og loyalitet kann Norð [...] síggja hvussu tunt soðið er vorðið í oddagreinunum á Sosialinum, og hvussu sjónligt tað er, at Javnaðarfólk hava fingið ilt av, at ráðstevnan um blokkin hevur fingið innivist í Sosialinum. Kjakið um blokkin
Østergaard, fiskadjóralækni, púra greitt í einari viðmerking til greinina í Sosialinum seinasta fríggjadag. Í greinini søgdu alarar seg óttast kunngerðir, sum eru ávegis í eini roynd at basa ILA. Sambært einum [...] mugu gjalda fyri, at myndugleikar og alarar í felag seta alt inn fyri at basa ILA. Ein ónevndur alari, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku, segði tað vera í lagi, at krøvini vóru herd, tá talan var um [...] ventilum í dag, bróta lógina. Krøvini til flyting av livandi alifiski eru ásett í kunngerð nr. 72 frá 2002 og kunngerð nr. 98 frá 2003. Afturlætnir ventilar gjørdust eitt avgjørt krav longu í 2002 og eru
fíggjarlig viðurskiftir vórðu eisini viðgjørd. Í hesum sambandi spurdi Sosialurin ovasta stjóran fyri altjóða leiting hjá Statoil, Rolf Magne Larsen, hvussu tey í Statoil meta hesa fyrstu boringina við Føroyar [...] Írland, sum nú verður útviklað. -Statoil er við í 19. útbjóðing í bretskum øki saman við Philips sum fyristøðufelag. Hvussu stóran týdning leggja tit í bretska partin av Hvítu sonuni? -At vit søktu eftir [...] ætlanirnir framyvir. Tá fleiri feløg eru í einum samtaki, er tað týdningarmikið, at øll feløgini halda somu kós, soleiðis at vit troyta teir resursir, ið eru í bólkinum, til frama fyri øll feløgini. Tí
KANNING Sessurin hjá Jørgini Niclasen í landsstýrinum er í vanda. Tað kann í øllum førum staðfestast, nú Turið Debes Hentze advokatur hevur latið landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum frágreiðing um [...] kortini greitt, at umsitingin í fiskimálaráðnum í tveimum førum hevur verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan. Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, eru ikki sinnaðir [...] Niclasen fær tað trupult næstu tíðina. Milliónatap Trý skip eru kannað, og í tveimum førum hevur landsstýrismaðurin sett almenna ogn í størri vanda fyri tapi enn neyðugt. Tá lánini hjá Høgafossi og Arctic Viking
framferð í málinum um persónsupplýsingar og Gjaldskipanina, sum hevur verið so nógv frammi. Mótmælið er skrivað í kjalarvørrinum á óvanligu heilsíðulýsingunum, sum Elektron og peningastovnarnir settu í stóru [...] peningaheiminum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga í øllum førum, at hon hevur virkað uttan trupulleikar í 10 ár, og tað hevði verið lætt at útbygt skipanina. FAKTA Gjaldskipanin skal avloysa V&T-skipanina [...] noytt til at brúkt sera nógva orku fyri at kunna bjóða eina líknandi tænastu«, var sagt í áðurnevndu lýsingunum í bløðunum. Leiðslan sigur ósatt Hetta er als ikki rætt, siga starvsfólkini. Drúgvu undan
var ikki frammi í pressuni uttan at nevna reinføri í øðrum hvørjum setningi um m.a. mín persón og mína embætisførslu. Men vit hoyra so ikki eitt orð frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum í dag, nú ein f [...] seinasta orðið er ikki sagt frá míni síðu í hasum málinum. Sosialurin skilur, at Signar á Brúnni ætlar at kanna, hvat hendir í øðrum samfelag, har ein stjórn ella leiðarin í henni hevur framt eitt justitsmorð [...] Kallsberg, løgmaður í Degi og Viku týskvøldið viðgekk, at landsstýrið framdi justitsmorð móti sær á sinni. Sjálvur hevur Signar á Brúnni ongantíð verið í iva um, at hann var ósekur í ákærunum og varð hann
fylgjur fyri landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Í hesum sambandi hevur Jørgin Niclasen biðið umsitingina hjá sær í Fiskimálaráðnum gera eina frágreiðing í málinum, áðrenn hann svarar. Líkt kundi tí verið [...] nú bíða øll eftir løgmanni. Seinni í hesi vikuni fær Anfinn Kallsberg løgmaður eina frágreiðing frá Jørgin Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum. Við støði í hesari frágreiðing fer løgmaður at [...] , sigur Anfinn Kallsberg. Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað »haldgóða grundarlagið«, sum løgmaður eftirlýsir, longu er til skjals í kanningini hjá Turið Debes Hentze, kanningarstjóra
ein fingur hjá Jenisi til at lata upp í Tinganesi Hetta er so faktuella støðan, ið er í andsøgn við andan í Stýrisskipanarlógini. Hvat man løgmaður sjálvur hugsa í hesi løgnu støðu? Er tað ikki ódemokratiskt [...] løgmann í skák, kann hann bíða við avgerðini, hvønn hann vil samstarva við til eftir formansrunduna. Leggur løgmaður kongin í fyrsta talvinum kann hann bara blokera allar aðrar samgongumøguleikar í næsta [...] síni makt og ávirkan. Tá gongur Jenis beina leið inn í ein tóman landsstýrisess hjá D og kann geva honum eina dimentión aftrat við at knýta familja upp í almanna- og heilsumálastýrið. So líkatil kann tað