Áki Andreasen
??????????????
Oddagreinirnar í Sosialinum hava mangan verið merktar av øvund, veruleikafjarar og til tíðir meira skemtiligar enn gott er fyri eina oddagrein.
Tað var tann tíðin tá oddagreinskrivarar Sosialsins ikki fingu umrøtt nakað samfelagsmál uttan at Tjóðveldisflokkurn bleiv settur í samband við alla ólukku, oddagreinirnar høvdu úr at gera at deila Tjóðveldisflokkin í ymiskar bólkar og innanhýsis viðurskiftini vóru í Tjóðveldisflokkinum.
Og nú eru eina oddagreinin fyri og onnur eftir reinar politiskar undanførslur fyri sitandi samgongu.
Loyal fólkatingsumboð??
Tað er fallið Sosialinum fyri bróstið, at Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri einari ráðstevnu um blokkin á Christiansborg. Oddagreinin í Sosialinum mikudagin 02. juni - ger nógv burtur úr »óskrivaðum lógum« fyri umboð Føroya á Fólkatingi. At umboðini til einhvørja tíð hava verið og eiga at vera »loyal« mótvegis einhvørjari samgongu í Føroyum.
Álvaratos - heldur oddagreinskrivarin at minnið hjá føroyinginum er so stutt, at hann ikki minnist, hvussu núverandi løgmaður nýtti eitthvørt høvi at undirgrava fullveldisætlanina hjá tá sitandi samgonguni?? Hvussu Jóannes Eidesgaard var umboð hjá Poul Nyrup Rasmussen og donsku stjórnini - og beinleiðis mótarbeiddi politiska viljanum hjá samgonguni, hvussu Jóannes Eidesgaard á Fólkatingi gjørdi alt hann var mentur fyri at mótarbeiða og boða dønum frá, hvussu tá sitandi samgonga var við at koyra alt samfelagið í sor?? - hvar var loyaliteturin og tær óskrivaðu lógirnar tá??
Ella umboð Sambandsfloksins - hvar var loyaliteturin hjá Listbeth Petersen mótvegis samgonguni sum sat???
Nei - tað er syndarligt at síggja hvussu tunt soðið er vorðið í oddagreinunum á Sosialinum, og hvussu sjónligt tað er, at Javnaðarfólk hava fingið ilt av, at ráðstevnan um blokkin hevur fingið innivist í Sosialinum.
Kjakið um blokkin
Bæði Bárður Nielsen og aðrar sambandskreftir vaknaðu við kaldan dreym, tá danskir politikarar og onnur settu spurnaðartekin við blokkin - »vit hava brúk fyri hvørjum oyra« staðfesti fíggjarmálaráðharrin, tað sama slegði løgmaður fast - ei dáni í; tí blokkurin er teirra politiska livibreyð. Hvat skuldu sambandsmenn í samgonguflokkunum gjørt um blokkurin bleiv burtur - og enntá eftir kravið frá donskum myndugleikum?? Teir hótta við vælferðini - tað er eitt gamalt vápn sum er takksamt at brúka - men ynskiligt hevði verið at farið var longri enn bert at leggja somu gomlu - og eftirhondini skøvaðu plátuna á um skerda og minkandi vælferð, fáa vit ikki danskar pengar.
Hesir somu hava ikki verið smædnir og kalla tankan um, at blokkurin hvørvur eftir ynski frá dønum fyri »fjant og fjas« - eingin av flokkunum sum sita í samgongu í dag hava havt ein vilja at fingið eitt kjak um blokkin - hóast Tjóðveldis-flokkurin ferð eftir ferð hevur roynt at fingið evnið á dagsskránna.
Men sum so mangan, so skulu danskir politikarar til fyri at afturhaldsflokkarnir ressast á og vilja kjakast um eitt so týdningarmikið mál sum blokkin. So nú røkist kanska fyri at eitt veruligt og gagnligt kjak um blokkin verður sett á dagsskránna.
Synd í samgonguni....??
Norðuratlantsbólkurin skal hava rós fyri at fáa slíka ráðstevnu í lag. At Sosialurin tosar um óskrivaðar lógir og loyalitet kann Norðuratlantsbólkurin ikki taka sær av - flestu lesarar hjá blaðnum hava helst hvept seg við tá umtalaða oddagreinin er lisin.
Hvat er galið við at skipa fyri einari ráðstenvu um blokkin á Christiansborg, skilji eg púrt einki av, og vit kunna ikki halda áfram at taka synd í samgonguni - nú má politiski gerandisdagurin vera á skránni og mál sum viðkoma tí føroyska samfelagnum.