Stólurin brennir undir Jørgini

Skeiv málsviðgerð og vantandi metingar í Fiskimálaráðnum hava ført til milliónatap hjá landskassanum. Tí stendur Jørgin Niclasen fyri sínari truplastu tíð sum landsstýrismaður. Frágreiðingin til landsstýrismálanevndina talar ikki hansara søk

KANNING

Sessurin hjá Jørgini Niclasen í landsstýrinum er í vanda.
Tað kann í øllum førum staðfestast, nú Turið Debes Hentze advokatur hevur latið landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum frágreiðing um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum.
Kanningarstjórin hevur ikki gjørt nakra samanfatandi niðurstøðu, tí talan er um trý ymisk skipamál, har lán til rækjutrolarar eru løgd um. Tað tykist kortini greitt, at umsitingin í fiskimálaráðnum í tveimum førum hevur verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan.
Løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, eru ikki sinnaðir at siga nakað alment um málið, tí teir hava ikki nærlisið frágreiðingina, sum telur oman fyri 70 síður. Men út frá teimum upplýsingum, sum higartil eru komnar fram, halda teir, at Jørgin Niclasen fær tað trupult næstu tíðina.

Milliónatap
Trý skip eru kannað, og í tveimum førum hevur landsstýrismaðurin sett almenna ogn í størri vanda fyri tapi enn neyðugt. Tá lánini hjá Høgafossi og Arctic Viking vórðu løgd um, skuldi fíggjarstøðan eftir lógini verið tikin upp og mett av nýggjum, men tað var hon ikki í nóg góðan mun.
Við øðrum orðum hevur vansketni hjá landsstýrismanninum og hansara umsiting sent skattaborgarunum eina eykarokning upp á 11,5 milliónir krónur. Og tað er álvarsligt.
Áður hava mál verið frammi, har viðurskifti hjá landsstýrismonnum hava víst seg at verið óreglulig. Í hesum føri vísir tað seg, at óreglusemi beinleiðis hevur ført eitt tap við sær fyri landskassan. Tí tykist málið greiðari hesaferð.

Lógin ikki fylgd
Tey trý skipamálini, sum eru kannað, eru Ocean Castle, Høgifossur og Arctic Viking.
Um Ocean Castle sigur kanningarstjórin, at umsitingin kundi verið meira heppin, men beinleiðis ólóglig er hon neyvan, og hon hevur ikki havt fíggjarligan miss við sær.
Tað hevur hon í hinum báðum førinum. Høgifossur kostaði landskassanum 7 milliónir krónur eyka, og Arctic Viking kostaði 4,5 milliónir eyka afturat tí, sum tað longu hevði kostað at umleggja lánini.
Um Høgafoss sigur Turið Debes Hentze, at landsstýrið ikki hevur viðgjørt hetta mál, sum tað eigur, at málsviðgerðin ikki hevur verið fullfíggjað, og at úrslitið kundi verið eitt annað, um rætta mannagongdin varð fylgd.
At landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina er ongin ivi um. Hann hevur havt kunnleika til málið, og hann eigur tí eisini at vita, at mannagongdin ikki hevur verið fylgd, ljóðar tyngjandi frágreiðingin.

Ongin meting
Eitt krav í lógini um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan er, at ein meting skal gerast av fíggjarstøðuni. Tað var hon ikki, tá lánið hjá Arctic Viking varð lagt um. Tað var hon heldur ikki, hóast umsøkjarin undir málsviðgerðini boðar frá munandi lánitørvi, sigur frágreiðingin.
Aftur er tað landsstýrismaðurin, sum hevur evstu ábyrgdina og eigur at gera seg kunnugan við ta mannagongd, sum umsitingin hevur avgjørt at nýta í hesum málum. Hann eigur tí eisini at vita, at lógin krevur, at ein meting verður gjørd í hesum máli.

Fleiri møguleikar
Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar málið fær.
Bjørn á Heygum, advokatur, sum hevur lisið frágreiðingina, var rættiliga avgjørdur í Útvarpi Føroya hóskvøldið. Góðtekur landsstýrismálanevndin frágreiðingina, og eru niðurstøðurnar rættar, so eigur landsstýrismaðurin at leggja frá sær beinanvegin.
Jørgin Niclasen sjálvur hevði hug at sáa iva um løgfrøðiligar niðurstøður í Degi og viku hóskvøldið. Fer hann ikki sjálvboðin, endar bólturin hjá partamanninum Anfinni Kallsberg løgmanni.
Løgmaður hevur ikki viljað gjørt viðmerking til málið enn. Vil hann ikki seta landsstýrismannin frá, kann misálit reisast í løgtinginum.