Skipasøla
Tað henda stórar broytingar í fiskivinnuni í hesum døgum, bæði á sjógvi og landi.
Skip verða seld, onnur verða løgd. Fiskimenn verða sagdir úr starvi ? og aðrir sleppa at halda fram undir nýggjum eigarum.
Herfyri avgjørdi P/F Beta at taka av einum norskum tilboði upp á teir fimm gomlu kuba-trolararnar, sum væntandi sigla undir føroyskum flaggi einar 2-3 vikur aftrat, áðrenn teir fara av landinum. 35 mans eru sagdir úr starvi.
Rækjutrolarin, Høgifossur, er lagdur, eftir at skipið herfyri kom heim av Flemmish Kap við fullari last. Einir 15 mans, sum vóru við hendan túrin ? og teir, sum bíðaðu eftir at fara umborð aftur, eru sagdir úr starvi.
Varðveita kjansin
Nú er so eftir øllum at døma eisini komið undir land við søluni av ísfiskatrolarunum, Safir og Smaragd, sum Bjarni Kass eigur.
Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um nøkur skip, sum høvdu heimstað í Eysturoy. Síðan fóru teir hvør til sítt ? og endaðu við tveimum skipum í part.
Soleiðis hevur Bjarni átt Safir og Smaragd og Jónsvein Jaspis og Ametyst. Aðrir ísfiskatrolarar, sum vóru undir sama "taki", Topas og Sardis, eru áður seldir vágamonnum.
Bjarni Kass, reiðari, váttar, at sølan av Safir og Smaragd, sum liggja á Skála, er komin undir land. Kenni-bókstavirnir, FD, eru skiftir til KG.
- Tað eru bert teir seinastu snøklarnir við søluni, sum skulu fáast upp á pláss, og eg vænti, at hetta verður í vikuni, segði Bjarni, tá ið vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin hósdagin.
Tað eru klaksvíkingar, sum saman við einum parti av manningini, keypa skipini.
Alment verður ivaleyst sagt, at tað er fiskavirkið, Kósin, sum stendur aftanfyri keypið.
Sosialurin hevur skilt, at tað er eitt felag, sum keypir báðar bátarnar, og síðan er tað eitt annað felag, sum eigur í teimum.
Bjarni Kass sigur, at allir 18 menninir, sum hava verið knýttir at Safir og Smaragd, hava fingið í boði at sigla við skipunum, nú tey enda í Klaksvík. Tríggjar manningar hava verið knýttar at Safir og Smaragd, og seks mans hava verið umborð á hvørjum skipi í senn.
- Eg vil siga, at tað gjørdi avgerðina eitt sindur lættari, at teir, sum hava siglt við skipunum, hava fingið tilboð um at halda fram, sigur reiðarin.
Ikki so galið?
Bjarni sigur, at gongdin hjá skipunum ikki hevur verið heilt av leið, sum onkur kanska kundi hugsað sær, nú upsin hevur verið ógvuliga smáur, prísirnir lágir, og oljuprísirnir uppi ígjøgnum.
- Tað, sum eg haldi hevur verið mest óhugaligt, er, at manningin hevur stríðst og strevast fyri ov lítið av peningi í mun til arbeiði umborð.
Nógvur og smáur upsi hevur verið at fingið í vetur og í vár, og hetta hevur verið strævið hjá manningunum, sum hava fiskað upsa.
Spurdur, hvussu tað hevur gingið at fingið fólk umborð á bátarnar, sigur Bjarni, at tað hevur ikki verið verri enn ilt.
- Eg vil ikki siga, at tað hevur verið so torført at manna skipini, men tað hevur kanska til tíðir verið torført at fingið vant fólk umborð. Hetta hevur tó verið heldur frægari í seinastuni, nú prísurin á upsa hevur verið betur, tí minni hevur verið at fingið og tískil minni fiskur eisini hevur verið í útboði. Hetta hevur líkasum gjørt, at arbeiði hjá manningini hevur verið meira "normalt" fyri eina líkinda hýru, sigur Bjarni Kass at enda.