Gjaldskipanin er óneyðug

Leiðslan niðurger tær skipanir, sum eru mentar á Elektron, og hon sigur hálvar sannleikar í herferðini fyri Gjaldskipanini. Tað siga starvsfólkini á Elektron. Stóð tað til teirra, so var V&T-skipanin ment í staðin, tí tað hevði verið bíligari og fult so gott

Gjaldsskipanin er óneyðug, og tað hevði loyst seg betur at útbygt føroysku V&T-skipanina.
Tað siga starvsfólkini hjá Elektron. Tey hava sent leiðsluni eitt hvassorðað bræv, har tey harðliga átala hennara framferð í málinum um persónsupplýsingar og Gjaldskipanina, sum hevur verið so nógv frammi.
Mótmælið er skrivað í kjalarvørrinum á óvanligu heilsíðulýsingunum, sum Elektron og peningastovnarnir settu í stóru dagbløðini 23. november. Tað er starvsfólkafelagið, sum talar at tí, sum tey kalla »reklamuherferðini hjá Elektron og peningastovnunum«.
Starvsfólkini siga í svarinum, sum er sent 26. november, at leiðslan bæði niðurger tær skipanir, sum eru mentar á Elektron, og kemur við hálvum sannleikum til frama fyri Gjaldskipanina.

Kanning gjørd
Higartil hevur stríðið um Gjaldsskipanina verið rættiliga prinsipielt og hevur snúð seg um rættartrygd. Men nú brævið frá starvsfólkunum er komið fram, er verri at fáa eyga á, hvørji atlit liggja til grund fyri at fara yvir til Gjaldskipanina.
Sum skilst er ein kostnað-nyttu kanning gjørd á Elektron, har vigast skuldi fyri og ímóti at útbyggja V&T-skipanina ella fara yvir til eitt tætt samstarv við PBS um eina gjaldskipan. Niðurstøðan var, at tað loysti seg betur at útbyggja V&T-skipanina.
Kortini valdu peningastovnarnir og Elektron loysnina at samstarva við PBS. Tí uttan hendan samstarvsmøguleika »hevði Elektron verið noytt til at brúkt sera nógva orku fyri at kunna bjóða eina líknandi tænastu«, var sagt í áðurnevndu lýsingunum í bløðunum.

Leiðslan sigur ósatt
Hetta er als ikki rætt, siga starvsfólkini.
Drúgvu undankanningarnar vístu, at ein útbygging av V&T-skipanini hevði verið tann bíligasta og besta loysnin, sigur starvsfólkafelagið, og tað vildi ikki verið brúkt meira orka til hetta arbeiði, enn tað er brúkt upp á Gjaldskipanina higartil. Og starvsfólkini skoyta uppí, at 99% av Gjaldskipanini er ment á Elektron, so tey skuldu nokk klárað tað uttan PBS.
Starvsfólkini mótmæla í somu vending, at tað skal vera neyðugt at flyta persónsupplýsingar um landamørk fyri at luttaka í altjóða samstarvi við aðrar fyritøkur, sum Elektron og peningastovnarnir føra fram. Tey siga, at tað ber væl til at gera skipanir í samstarvi við virki uttanlands, uttan at persónsupplýsingar eru við. Fesk dømi um hetta eru Netbankin og Tollskipanin.

Yvirlit uttan trupulleika
Tað, sum serliga hevur fingið ilt í starvsfólkini á Elektron, er tann umrøða, sum leiðslan og peningastovnarnir geva V&T-skipanini. Ført hevur verið fram, at hon ikki so frægt sum kann vísa eitt yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Tað undrast starvsfólkini á, tí tað kann Gjaldsskipanin heldur ikki.
Helst verður meint við gjaldsyvirlitið, siga starvsfólkini, men tað hevði ikki kravt ta stóru orkuna at gjørt eitt líknandi yvirlit í V&T-skipanina.
Sostatt er eitt sindur ilt hjá uttanfyristandandi at skilja, hví tað er so umráðandi hjá leiðsluni fyri Elektron og peningastovnarnar at avhøvda V&T-skipanina.
Fólk í peningaheiminum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga í øllum førum, at hon hevur virkað uttan trupulleikar í 10 ár, og tað hevði verið lætt at útbygt skipanina.


FAKTA
Gjaldskipanin skal avloysa V&T-skipanina, sum var ment á Elektron í 1992. Talan er um eina skipan, sum ger sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Gjaldskipanin, sum er ein føroysk útgáva av Betalings Service hjá PBS, krevur, at upplýsingar verða sendar til Danmarkar, hóast ein løgtingslóg er ætlað at forða fyri hesum. Elektron fekk kortini í øðrum umfari loyvi til hetta frá Dataeftirlitinum, men landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur sett sær fyri at herða kunngerðina um vernd av persónsupplýsingum, so málið verður steðgað. Tað hóvar leiðsluni á Elektron og peningastovnunum sera lítið.